Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiska skipanin tekur avgerðir á skeivum grundarlagi

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Løgur hjá landinum og prosjektleiðsla

Spurningar:
1. Hvussu tryggjar Landsverk (LV), at gjørdar verða álítandi og eftirfarandi kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum hjá landinum?

2. Hvat er forkláringin upp á stór frávik í kostnaðarmetingini og endaliga byggikostnaðinum?

3. Hvussu er samanspælið millum LV og politiska myndugleikan, her málaráðið, um fyrireikingar, innihald og vavið á verkætlan, kostnaðarmeting o.a.?

4. Kann landsstýrismaðurin gera eitt yvirlit fyri seinastu 15 árini yvir kostnaðarmetingar, eykajáttanir og endaligan kostnað fyri allar tær einstøku byggiverkætlanirnar hjá LV - vegir, bygningar til skúlar, ellisheim o.a. og býtt upp á ár?

5. Hvussu hava kostnaðarmetingarnar hildið fyri Sandoyartunnilin, Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin, Vágatunnilin umframt aðrar tunlar á landi, seinastu 15 árini og sum eru í gerð - og hvussu stórar eykajáttanir eru veittar?

6. Hvørji tiltøk heldur landsstýrismaðurin eiga at setast í verk fyri, at játtanir til byggiverkætlanir kunnu gerast so realistiskar sum til ber og harvið halda?

7. Er munur á fyrireiking, kostnaðarmeting, byggieftirliti o.ø., tá talan er um ávikavist útbjóðing av byggiverkætlanum til privatar at loysa, og tá LV loysir uppgávuna?

Viðmerkingar:
LV fyrireikar tær flestu løgurnar hjá landinum. Talan er vanliga um umfatandi og stórar byggiverkætlanir, sum, fara tær av sporinum, fáa stórar fíggjarligar avleiðingar, eitt nú við longri byggitíð og eykajáttanum.

Ígjøgnum nógv ár eru endurtiknar skeivar ella órealistiskar kostnaðarmetingar av byggiverkætlanum ella stór frávik millum kostnaðarmeting og endaliga kostnaðin - og tað er vorðið meira reglan enn undantakið.

Hetta bendir eisini á, at politiska skipanin í veruleikanum tekur avgerðir á skeivum grundarlag, nærmast hvørja ferð ein verkætlanarlóg verður samtykt, og tá játtan verður veitt til eina byggiverkætlan, og tað kann ikki halda fram. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 21. apríl 2022

Johan Dahl

Sambandsflokkurin