Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiska avbjóðingin er sanniliga stór

Hví er tað so trupult at finna politiskar loysnir?

Tað er ikki ein trupulleiki at fólk mótmæla og ikki eru samd.

Men tað er ein trupulleiki fyri fólkaræðið, at politiska skipanin ikki kann semjast um átrokandi mál, og at endamálið tykist verða at vinna hvørjum øðrum neisir heldur enn at finna loysnir.

Tað tykist tíverri skelkandi torført at finna politiska stevi í Føroyum, har vit semjast um at halda eina felags kós.

Tað ber heldur ikki til at sýra einum samfelag í fýra vikur, og síðani venda øllum á høvdi 5. vikuna.

Í løtuni tykist politiski leisturin púra tilvildarligur, og har er eingin heildarætlan í eygsjón, sum øll kunnu taka undir við – og semjast um.

Tað tykist tí neyðugt at endurvinna trúvirði á politisku skipanina, so vit aftur kenna okkum, sum borgarar í einum felagsskapi.

Tað tykist alla tíðina neyðugt at styrkja álitið á politisku skipanina, so hon ikki ferð fyri bakka. Politiska avbjóðingin er sanniliga stór.

Lasse Klein