Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politikkarar hava plantað trø í morgun

Átakið ”Plantið eitt træ”:

Átakið í gjár á Skálatrøð var sera vælumtókt. Eini 100 børn plantaðu sær eina plantu í grøna kova at taka heim við, og umleið 1200 plantupakkar vórðu latnir út – tað er munandi meira enn seinasta ár.

Men átakið steðgaði ikki har, tí í morgun fóru býráðspolitikkarar og starvsfólk í umsitingini hjá kommununi út at seta trø og runnar niður.

Hesar myndirnar vórðu tiknar við Tórsbreyt í morgun, har runnar vórðu plantaðir millum trøini, sum vórðu plantað seinast átakið varð hildið.