Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð hevur langt síðani slept politiska endanum og fellur nú niður á lægsta felagsnevnara

Stundum er áhugavert at síggja, hvussu ávísir politikarar velja opportunismu fram um politikk, og hvussu lægsti felagsnevnarin er grundarlag undir sera primitivari atferð úti í almenninginum. Um tú hevur lisið eitt lesarabræv frá Jógvani Arge, býráðslimi hjá Tjóðveldi, um at borðið fangar borgarstjóran, so veitst tú, hvat eg meini við.

Eingin politiskur substansur er í nevnda lesarabrævi, men bara primitiv opportunisma. Fokus er á eitt einkultmál. Og so er ein ómetalig trongd til at blása seg sjálvan upp, plasera “apur” á onnur, og at fortelja øðrum, hvar ið “hundar” liggja grivnir. Er hetta veruliga tað, ið Tjóðveldi er minkað niður til? Sokkin niður í eitt díki við illgitingum, ósannindum og tí, sum verri er?

Undir øllum umstøðum skal nevndi býráðslimur fáa allan frið til at blása seg sjálvan upp og at gera Tjóðveldisflokkin í býráðnum upp aftur primitivari. Meðan summi eru fornermað og seta seg á síðulinjuna at knarra, er ábyrgdarfulla samgongan í býráðnum í arbeiðsklæðunum. Framfýsin politikkur við vøkstri, trivnaði og framburði eru stavnhald hjá samgonguni.

Ein røð av avrikum
Samstundis, sum Tjóðveldi púrt einki hevur at vísa á, hevur samgongan gjøgnumført eina røð av málum, ið gera høvuðsstaðin og alla Tórshavnar kommunu til staðið, har fólk vilja vera og virka.

Tað gongur sjón fyri søgn, at við syskinafrádrátti og bestu barnagørðum fjálga vit um barnafamiljurnar. Mest framkomnu skúlar í Norðurlondum geva børnum og lærarum bestu umstøður. Nýggir karmar um eldrarøktina stuðla undir virðiligari aldurdómi til borgarar á ellisárum.

Eg kann halda fram við at nevna, at nýtt infrakervi – eitt nú tann snotuliga brúgvin um Sandá – ger tað munandi betri hjá okkara fólki at flyta seg runt í býinum og kommununi. Eitt spildurnýtt tjóðarstadion og framúr góðir møguleikar til ítrótt gera Havnina til eitt ítróttarmekka.

Í høvuðsstaðarkommununi prioritera vit fyritøkur og vinnulív, sum skapa arbeiði til nógvar hendur, og soleiðis kundi man hildið fram við at víst á góð og ítøkilig úrslit hjá býráðssamgonguni.

Politikk á borðið, takk
Allur hesin framburðurin er grundaður á eitt trygt og stabilt fíggjarligt grundarlag. Tórshavnar kommuna hevur eingi nevniverd lán, tí vit vilja heldur svara hvørjum sítt. Samstundis er skattaprosentið lágt og barnafrádrátturin hin hægsti í landinum.

Framfýsni politikkurin byggir neyðturviliga á, at býráðslimir standa saman og samtykkja fíggjarætlanir, ið eru stillaðar eftir tørvinum, ið okkara borgarar náttúrliga hava. Saman hyggja vit fram í tíðina, og fíggjarliga kósin má setast eftir framtíðarvánum, visjónum og ætlanum hjá teimum, sum veruliga vilja høvuðsstaðin og eru góð við høvuðsstaðarkommununa.

Tey, sum rysta á hondunum og ikki hava styrki ella politiskt dirvi til at taka fíggjarlig tøk – og sum ikki eru við til at atkvøða fíggjarætlanir ígjøgnum býráðið – tey áttu at hildið seg frá at farið í miðlarnar at peika og finnast at øðrum. Men sjálvandi, tá ið einki er at vísa á, er upplagt at gera eitt borð til eitt stórmál.

Vit onnur vilja hava politikk á borðið, takk!

Heðin Mortensen
borgarstjóri

P.S. Øll eru hjartaliga vælkomin í móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu á horninum Tróndargøtu/Kongagøtu leygardagin og sunnudagin kl. 14-16. Komið og upplivið hetta heilt serliga hús og hitt víðagitna borðið, ið hevur fingið so nógva umrøðu.