Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiið sóknast eftir møguligum vitnum til málið

Politið ynskir at hoyra frá fólki, sum møguliga hava gjørt eygleiðingar við gerningsstaðið, Marknalíð 3 í Tórshavn, mikudagin 20. novembur í millum kl. 2000 og 2300 júst fyri eini viku síðan, tá 61 ára gamli maðurin doyði av stingløsti í bringuni.

Í tí sambandi steðgaði politiið í gjárkvøldið øllum bilum, sum koyrdu eftir Svaldbardsvegnum og Marknagilsvegnum í sama tíðarbili, fyri at vita um tey eisini henda dagin fyri eini víku síðani koyrdu framvið staðnum, um tað mundi, tá hendingin fóru fram.

Politiið fer at tosa nærri við onkran av bilførarunum.