Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Politiið bjóðar Sea Shepherd til prát

Sea Shepherd felagsskapurin hevur boðað frá, at tey koma til Føroya 14. juni 2015 i samband við grindadráp í Føroyum. Politiið bjóðar til jaligt prát við Sea Shepherd. 

Politiið er fyrireikað at taka í móti Sea Shepherd. Vit vænta, at tey fylgja tilmælunum frá politinum og politiið er longu í prát við tey og hetta heldur áfram, í størri mun, tá øll eru komin til Føroya, sigur sjefpolitiinspektørur Niels Erik Nymark Jensen. 

Politiið í Føroyum fylgir Sea Shepherd, bæði á landi og sjógvi, og harvið tryggjar teimum, at tey lógliga sleppa at vísa á teirra sjónarmið. 

Politiið góðtekur ikki, at fólk frá Sea Shepherd bróta lógina. Hetta er eisni galdandi fyri allar føroyingar. Politiið viðgerð allar lógarbrótarar líka. 

Nú nýggja Grindalógin er sett í gildi, hevur politiið fingið møguleikan at steðga øllum tiltøkum, sum órógva grinddrápið, fyri at tryggja sær, at alt gongur friðarliga og rætt fyri seg.

Tað skal ikki vera nakar ivi um, at møguleikarnir í nýggju grindalógini verða brúktir, um tað verður neyðugt, sigur Niels Erik Nymark Jensen.

Tíðinda ábygdarpersónur: varapolitiinspektørur, Andras Marr Poulsen.

Politiet på Færøerne opretholder tryghed, sikkerhed, fred og orden, ved

• at forebygge, standse, efterforske og forfølge strafbare forhold
• at samarbejde - samt yde bistand og service til andre - indenfor politiets, anklagemyndighedens og sysselmændenes områder.