Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pól Sundskarð heiðraður – vunnið DM í 24 tíma renning

Fríggjakvøldið 15. juni 2012 var móttøka á Bakarínum hjá Jórun, tá ið Pól Sundskarð kom aftur sum danmarkarmeistari í sínum bólki í 24-tímar renning 55-59 ár, har hann hevði runnið 181 km uppá 24 tímar.

Ein heilur hópur av fólki úr felagnum hjá Pól Sundskarð, Ítróttafelagnum Treysti, vóru við til hátíðarløtuna og vildu heiðra honum fyri hetta stóra bragdið. Eisini ein partur av ”Fjallabólkinum” møtti upp, sum gleddi Pól, tí teimum hevur hann eisini notið gott av og gingið nógv í fjøllunum saman við, sum eisini hevur givið góða venjing.

Jonhard Larsen helt eina røðu vegna Treysti, har hann sjálvandi røsti Pól sum ein raskan, treiskan og trestan rennara, ið hevði gjørt eitt satt bragt, sum ikki so mong kundu gera honum eftir. Hann var ein fyrimynd fyri felagið, helt Jonhard fyri.

Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, helt røðu fyri Pól Sundskarð, sum vit endurgeva her niðanfyri, og síðan handaði hann Treysti ein kekk vegna býráðið – og samstundis fekk Pól eitt gávukort frá Sportmaster frá býráðnum.

Aftaná at Pól hevði takkað fyri, bjóðaði Jórun the, kaffi og køkur og prátið gekk so lystiliga – fólk høvdu nógv at viðmerkja og spyrja um.

Røðan, sum Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri helt fyri Pól Sundskarð er endurgivin niðanfyri.

Klaksvík í góðum ítróttaligum stima

Góðu áhoyrarar. Hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu til heiðurs fyri Pól Sundskarð.

Tað er altíð hugaligt at kunna heiðra sterk og skjót ítróttarfólk, ið vinna býi okkara fremstu heiðursmerkir. Nú skal eg ikki taka munnin ov fullan, men um eg sigi, at Klaksvík er inni í einum góðum ítróttarligum stima í løtuni, so haldi eg ikki at eg geri ov nógv av. Vit høvdu eitt sera gott vikuskifti, har krúnan á ítróttarliga verkinum, var megnar avrikið hjá Pól Sundskarð.

Byrjaði í 2004 – vann fyrsta medalju í 2005

Pól byrjaði veruliga at renna í 2004. Møguliga hava nógv av tykkum, ið standa Pól nær, hoyrt um rennitúrarnar hjá honum saman við Jonhard og Gutta. At byrja saman við so garvaðum monnum, er ikki bara, bara, og tað fekk Pól eisini at merkja. Meðan Jonhard og Gutti neyvan fingu sveittan fram av renningini, so mátti Pól, av og á, steðga fyri at spýggja, tí var tað so hart fyri hann.

Men treystur sum hann er, so fór hann longu á Vestanstevnu 10. Juli 2004 og luttekur har í síni fyrstu rennikapping. Úrslitið bleiv eitt 5. pláss í veteranbólkinum. Nakrar dagar seinni, var hann við í Ólavsøkurenningini, og rann hann 5 km uppá 21.33 min.

Sítt fyrsta heiðursmerki í renning vann Pól í februar 2005, tá hann bleiv nummar tvey í veteranbólkinum í FM í crossrenning á Toftum. Sama úrslit fekk hann á Flaggdegnum sama ár.

Flestu sigrarnar og bestu úrslit eru at finna í veteranbólkinum 2005. Hann vann FM í bæði 10km, ½ maraton og maraton. Maraton tíðin hjá honum tá var, 3 tímar og 9 min, og hetta framvegis hansara besta tíð á teininum. Grand Prix vann hann eisini hetta árið.

Í 2006 endurvann hann FM í maraton og silvur í ½ maraton. Somu úrslit fekk hann í 2007. Tvs. At Pól hevur megnað, at vunnið FM í maraton 3 ár á rað.

Mátti gevast í fjør men fullførdi í ár!

Men eftir summarferiuna í 2008 byrjar hann at fyrireika seg til nakað stórt, sum tó ikki bleiv avdúkað fyrr enn tíðliga í 2009. Talan var nevnliga um 100 km á Bornholm. 100 km blivu gjøgnumførdir uppá góðar 10 tímar og hetta bleiv byrjanin til nakað meira og villari.

Í 2010 gjøgnumførdi Pól 7 maraton í 6 dagar – aftur hesaferð á Bornholm.

Í fjør var tað so 24 tíma renning, ið var á skránni. Tíverri mátti Pól gevast eitt lítið sindur áðrenn 24 tímar vóru farnir. Hetta setti síni spor, men sum ein rættur ítróttarmaður, so vildi Pól ikki góðtaka tað at hann mátti “gevast”. Hann fekk bara meira blóð uppá tonnina, og fór at fyrireikað seg uppaftur betur til eina 24 tíma renning.

Og tí eru vit her í kvøld! Pól hevur júst gjøgnumført sína 24 tíma renning, har hann rann heilar 181 kilometrar og 311 metrar. Hetta rakk til DM-gull í aldursbólkinum 55-59 ár.

Taka tað trupla saman við tí góða ** Fyri stuttum var ein amerikumaður, við navninum Chris Duff, og vitjaði í Føroyum. Honum, eins og Pól, dámar óivað tað ekstrema. Hann hevði róð einsamallur úr Skotland til Føroyar og skuldi víðari til Ísland. Eftir at hann hevði greitt frá hvussu spennandi, gevandi, stuttligt og avbjóðandi hesin túrurin var, so segði hann hesi orðini:

“Ikki tí, tað eru eisini løtur, tá ið tað er sera trupult. Tað eru dagar, tá ið eg eri móður. Eg eri ringur av pínu í hondunum, og eg fái ikki krept tær. Ryggurin er eymur, og eg eri svangur og kaldur. Men hetta er eisini ein partur av tí fulkomna! Tú kanst ikki bara fáa annað, uttan at taka hitt eisini. Tú mást taka bæði, tað góða og tað trupla. Og annað ger hitt meiri veruligt. Og soleiðis er lívið eisini.”

Pól, tú hevur gjørt eitt megnar avrik, og vil eg vegna Klaksvíkar kommunu, ynskja tær hjartaliga tillukku við heiðursmerkinum og ótrúliga flotta avrikinum. Eitt er at renna til eina kapping, men fyri at náa hesum úrslitum, so skal drúgv og hugagóð venjing til. Óivað, eru tað fleiri dagar har tú ert móður, hevur pínu, kroppurin er eymur ella hugsar at tað regnar kanska so illa** Nú veit eg ikki hvussu nógv tú hevur runnið í 2011 ella higartil í ár, men eg minnist at tú skrivaði nakað soleiðis á Facebook í 2010:

“Havi verið mín seinasta rennitúr í ár, tað blivu 10 km á rennibandinum. Upphitingin var ein túrur niðan á Villingardalsfjall saman við Hanus F. Joensen.

Urið hjá mær sigur, at eg havi runni (í 2010) 3.816,52 km. At eg havi brúkt 373,53 tímar. At ferðin hevur verið gjøgnumsnitt 11,2 km/t og at eg havi brent 249.534 kaloriur”.

Til seinast vil eg takka Treysti fyri eitt framúr gott felagsarbeiði, og enn einaferð ynskja Pól Sundskarð hjartaliga tillukku við bragdinum.

Takk fyri.

Kelda: www.klaksvik.fo

Fleiri myndir:

http://www.klaksvik.fo/Index.asp?pID={75DC16DD-43E8-41C1-9CC0-BD96A3D2B8F0}&cID={6CDFE7D2-AE20-42E2-9E6C-7742FDBC3AA8}&ClearAreas=1