Pól F. Joensen er ikki longur venjari hjá FC Suðuroy
Tíðindaskriv:
Nevndin í FC Suðuroy og Pól F. Joensen, sum hevur verið venjari hjá Effoliðnum, eru komin ásamt um at enda samstarvið frá í dag at rokna. Pól F. bleiv settur í venjarastarvið í fjør, og sum kunnugt førdi hann liðið upp í bestu deildina við 70 stigum, heili 9 stig frammanfyri nummar tvey og trý.
Vegna gongdina higartil í ár, har liðið bert hevur megnað at fingið tvey stig eftir 9 leikumfør, eru nevndin og Pól F. Joensen tess vegna samd um at enda samstarvið. Vit í FC Suðuroy vilja takka Pól F. fyri tað arbeiði hann hevur gjørt fyri felagið og ynskja honum góðan byr føroyskum fótbólti at frama.
Nevndin arbeiðir við at seta ein nýggjan venjara skjótast gjørligt.
Vinarligast
Nevndin í FC Suðuroy