Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Plimsollarin á Vestaru vág – CIP(2)

Tórbjørn Jacobsen:

 Fyrsta ferðin, eg við berum eygum sá “Magnus Heinason”, var á onkrum havmiði í Barentshavinum. Í 1978. Framtungur, við fullari vomb av salti, kom hann tóvandi eystureftir í góðveðrinum hendan várdagin. Fiskiskapurin var slakur í norskum og russiskum sjógvi um hetta mundið, og flestu togararnir komu heimaftur við einum sjatti og meginpartinum av saltinum á banjaranum. Vit fóru í ísfisk undir Føroyum, rokaðust dúgliga í upsanum, teir brestust átøkir nýsum í pavninum, tað stóð bara á at skjóta, hála, bøta og spleysa, - bløðga, kryvja og ísa, og Magnus gjørdi somu royndina, men nakað eftir frættist, at Heðin M. Klein fiskimálaráðharri hevði keypt hetta lutfalsliga nýggja skipið til havrannsóknir. Myndugleikarnir hava helst hildið, at áneyðir vóru á munabetri fari enn “Jens Christian Svabo”, sum Erlendur Patursson, fiskimálaráðharri keypti landinum í 1964. “Ternan” var lutvíst brúkt ta fyrstu tíðina, eftir at hin vitugi slóðarin Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, í 1959 burturav varð settur at stjórna fiskifrøðini í Føroyum. Í væl meiri enn hálva øld hevur fiskivinnutjóðin Føroyar ikki hildið seg hava ráð til at smíða sær eitt skip, sum burturav er sneitt og snákað til hav- og fiskirannróknir.

Helst var tað heldur ikki av tilvild, at Erlendur Patursson skipaði fyri at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar fyri hálvari øld síðani, á Grækarismessu í 2014, og at læknin, vinnumotorurin og politikarin Petur Reinert fekk tað í lag í 1977, at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar umframt at fáa í lag eina nationala vaktar- og bjargingartænastu. Tað snúði seg um at tryggja búskaparliga grundarlagið undir tjóðini. Fiskimarkið. Og eisini at laða grundina undir eini sjálvstøðugari tjóð, Republikkini, táið hon kemur. At stika inni spísikamarið, sum føroyingar kunnu liva av í øldir frameftir, um vit bert megna at reka ein fiskivinnupolitikk, sum tryggjar, at optimal stovnsrøkt gevur okkum mestu lívfrøðiligu rentuna, uttan at tað verður gingið stovnunum ov nær. Hetta velduga bassin, undir teimum 275 túsund ferkilometrunum av havleiðum, sum nú vóru okkara, fóru sjálvsagt at seta stór krøv til hav- og fiskifrøðingar, fyri at fáa til vega mestu vitanina um støðuna, gongdina, broytingarnar og útlitini í lív- og vistfrøðini. Um vit ikki geva granskingini í hesum segmenti fremstu raðfesting, so fattast okkum vísdómur. So frægt bleiv tað nú kortini, at Fiskirannsóknar- & seinri Havstovan gjørdist flaggskipið í føroyskari gransking, viðurkend alla staðni uttan kanska júst í heimlandinum, har hin mest víðgongda høgrastjórnin í heiminum hesi bæði seinastu tvey árini hevur útmerkað seg við at sýna hesum meginstovni mestu forakt og vanæru.

Mær untist at sita í fiskimálaráðnum í nakrar krákumánaðir í 2008. Eftir at hava kannað eftir hvussu standurin var við hesi flótandi eindini hjá Hjalta & Co., kundi eg bara staðfesta, at okkurt mátti gerast sum skjótast, tí longu tá var “Magnus Heinason” farin at líkjast einum ússaligum plimsollara, ið gnaddaði alt meira av gummiringunum við montasjubryggjuna á Vestaru vág, forfatningurin versnaði, og umvælingarnar vóru skjótt vaksandi og kostnaðarmeiri enn vit kanska væntaðu. Skipið var komið inn í ta fasuna, har eigarin fer at hyggja seg um eftir einum krambakalli í skrotti, sum hevur tørv á illa tardum gomlum stáli fyri lítið og lætt.

Tað hevur so mangt verið sagt og illgitt um CHE-samgonguna, men ongin ivi er um, at hon uttan samanbering er mest progressiva ískoyti til føroyskan politikk hesi seinru mongu árini. Vit settu okkum m.a. fyri at seta skjøtil á at smíða tjóðini eitt skip, sum burturav varð smíðað til hav- og fiskirannsóknir. Gongd varð sett á málið alt fyri eitt. Skitsuprosjekt var tilevnað og seinri detailprosjektið. Burturav ein føroysk loysn laðað eftir tørvinum nakað nógv ár fram í ókomna tíð. Havstovan og Skipasmiðjan Mest orkestreraðu niður í minstu smálutir eitt valaskip, sum modell sæst av á síðuni. Nú ráddi bara um at finna fíggjarligar útvegir fyri at fremja verkætlanina. Hetta mest neyðuga átak, sum áliggur eini fiskivinnutjóð. Eini tjóð, hvørs exportur stórt sæð bara er samanskrúvaður úr produktum, sum eru fingin upp úr havinum. Av heimaleiðum, av fjarleiðum umvegis tvílanda sáttmálar og av miðleiðum úr strandalandasemjum, sum einaferð vóru, og vónandi koma aftur í aftur sum skjótast.

Á vári 2011 valdi Fólkaflokkurin at taka seg úr ABC-samgonguni seinru, undir ræði hansara Kaj Leo, og í nakrar mánaðir hetta árið samstarvaði Tjóðveldi við amputeraða regimið hjá løgmanni og Akseli. Eitt av mongum málum, sum vit funnu eina loysn fyri, var at smíðast skuldi eitt havrannsóknarskip. Sum skjótast. Føroya Løgting samtykti á vári 2011 uppskotið til fíggjarkarmar 2012, sum fíggjarnevndin legði fram, har fíggingin til skipið skuldi fáast til vega umvegis játtanir úr landskassanum. Í 2011 - 25 mió. kr., í 2102 - 30 mió. kr., í 2013 - 55 mió. kr. og í 2014 - 90 mió. kr. Løgtingið samtykti hetta árið eisini eina løgtingslóg um verkætlan, har heimild er fyri at byggja havrannsóknarskip fyri upp til 200 mió. kr., og hendan lógin er framvegis galdandi lóg. Skipið var harvið í allar mátar búgvið at bjóða út, og hevði verið klárt at tikið í nýtslu, og til at avloyst hin niður í botn slitna “Magnus Heinason”, í árinum, sum er í heinta um seks vikur, í 2014, um ikki avtalurnar við Sambandsflokkin, hendan eins og fleiri aðrar, blivu mishildnar uppá tað skammiligasta, eftir at Fólkaflokkurin totalabsorberaði Kaj Leo, sum nú av øllum alvi roynir at halda sær uppi í egnum flokki, nú aðrir so smátt eru farnir at fáa eyguni upp fyri, at flokkurin doyr strádeyðan, sleppur hann sær ikki burturúr hesum fascistoida hurlivasanum, sum Niclasen & Vestergaard hava komið honum í hesi seinastu tvey árini. Merkiligasta politiska neyðtøka í nýggjari tíð, - fyri opnum tjaldi á alljósum degi.

Soleiðis lá landið, og so er spurningurin, hvat er status í málinum ídag?

Einastu tíðindi um hetta eru at finna í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2014, sum eftir eina fyrstu viðgerð á tingi liggur í fíggjarnevndini, og sum skal samtykkjast fyri árskiftið næsta, soleiðis sum tað er lagt fram ella í broyttum líki. Foraktin hjá landsstýrismanninum fyri øllum, sum bara ber brá av vísund, hav- og fiskifrøði, sker í eyguni. Havrannsóknarskipið, sum var komið undir land í 2011, er foykt burtur, fult og heilt, tað er ikki til í politiska universinum hjá Vestergaard, og harvið heldur ikki í ditto hjá Kaj Leo. Alt er strikað, sum vit við hond og fót stríddust fyri í ár so mong, og sjálvt tær støðlaðu krónurnar, gott og væl 20 mió. kr., eru rændar inn í kassan aftur saman við teimum 10 milliónunum, sum skilagóða nevndin í Forskotsgrunninum, við Jákupi Sólstein á odda, flutti nýggja havrannsóknarskipinum, vælsaktans tí at hesir skilamenn úr vinnuni mettu, at stórar áneyðir vóru fyri at fáa veruliga megi út á feltið, til tess at gera neyðugu rannsóknirnar í føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin ætlar Havstovuni somu játtan í krónum í 2014 sum í verandi ári, og tað sigur ikki so lítið um hansara hugburð, at tað í tekstinum til “Rakstrarjáttanina Magnus Heinason” er sett av hin sama upphædd sum fyri 2013. Harumframt er ongin króna sett av á kontuni “Útgerð til Magnus Heinason”, og hesin lakoniski teksturin sigur nú heldur ikki so lítið: “Eingin játtan er sett av til skipað viðlíkahald í 2014. Útreiðslur til viðlíkahald verða hildnar av rakstrarjáttanini og siglingarætlan Magnus Heinasonar verður tillagað játtanina.” Vitandi um, at hesin útransjeraði plimsollarin helst kemur at hava tørv á milliónum í ábótum í árinum sum kemur, um flótast skal, so hevur landsstýrismaðurin í fiski- og havfrøðimálum longu tikið avgerðina um, at ein trivalig niðurraðfesting skal gerast á økinum, og at gummignaddaríið á Vestaru vág skal gerast ein permanent loysn í føroyskari hav- og fiskifrøði. Alternativt kann Havstovan helst taka akutta fíggjartørvin av síni egnu rakstrarjáttan, og so er líka galið í manpower segmentinum, sum tað annars hevði verið í tí sum skal viðurfarast í rannsóknum á havleiðunum kring oyggjarnar.

Ongin hevði nú roknað við øðrum. Kortini eru eini stórtíðindi í uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Undir gomlu kontuni “Nýtt havrannsóknarskip” sigur hann, at ætlanin, sum nevnd er omanfyri um bygging av nýggjum skipi, er slept. Víðari sigur hann, at: “...arbeitt verður við at gera langtíðaravtalu við privatan veitara um at leiga havrannsóknarskip til endamálið.”

Ikki sørt at hetta luktar langan veg, og er átøkt einum parallelli til vitleysa CIP-málið hjá avtikna og marginaliseraða innlendismálaráðharranum. Sum tók ministeriið við sær í fallinum. Í duldum arbeiðir landsstýrismaðurin eftir øllum at døma, skal man trúgva hansara egnu orðum, nú við at gera eina avtalu við privatan veitara, sum skal leggja eitt havrannsóknarskip til eitt forkromað leigumál við tær almennu Føroyar tey næstu 30 árini. Segði nakar CIP(2). Tað frættist at sambandsmenn ikki vóru fegnir um loysn sum hesa, teir vóru jú mikil partur í semjuni og avgreiðsluni av almennu loysnini saman við okkum fyri tveimum árum síðani, men kanska hevur Vestergaard í eini klientiskari leitan funnið íløgufressin, sum høgraflokkarnir báðir halda skal forkromast við almennum fæi. Tað dýrari verður føroysk hav- og fiskifrøði í árunum sum koma. Og tess minni verður frøðiliga manøvrurúmið, táið Havstovan skal leggja sínar ætlanir í mun til kommerciellu áhugamálini hjá eksklusiva vinmanninum hjá høgramonnum, sum nú ráða fyri borgum okkara.

Tað finnast í løtuni bara tvær loysnir á málinum. Onnur er, at Sambandsflokkurin í fíggjarnevndini vendir aftur til undirskrivaðu sáttina teir gjørdu við okkum um málið í 2011, ella at hendan samgongan skjótast gjørligt leggur frá sær, soleiðis, at progressivitetur aftur fæst í føroyskan politikk. Verandi gongd gongur beint út av eggini. Í tvey ár hava teir ráðandi flutt okkum aftur um ídnaðarsamfelagið, ella heilt aftur til steinøldina, har alt bara var skipað frá degi til dags, og glaðastur var hann, sum onki vitsti um annað enn næstu matartugguna.

Vælsignaðir menn, finnið eina almenna loysn á hesum málinum sum skjótast, til frama fyri okkum sjálvi, og fyri ta virðing sum átakið gevur okkum í grannalondunum. Eitt havrannsóknarskip er sum flogberin í einum herflota. Tað er ein almenn uppgáva at skipa hesa gransking í hav- og fiskifrøði, vit hava als ikki ráð at lata vera, tíansheldur at geva hana upp til skutils sum eitt kommercielt spekulatiónsprosjekt hjá onkrum, sum eittans hevur peningaligan vinning fyri eyga. Vónandi fær plimsollarin á Vestaru vág ein avloysara sum skjótast, sum ikki fer út av vánni sum ein confidentiel CIP(2)-loysn, men sum ein svanur, hvørs ognarskapur er okkara alra. Maðurin, sum legði lunnarnar undir føroyska fiskifrøði, Jákup Sverri Joensen, doyði mettur av døgum fyri kortum, og tað kann ikki vera so út av lagi galið, at nationala fiskifrøðin av politiskum vansketni lítið meira enn yvirlivdi jarðiska lívið hjá manninum sjálvum. Her krevst av álvara bót á borðið, skal arvurin eftir Frøðingin, sum vit plagdu at rópa hann, lyftast aftur sum bjarti kyndilin í broddi fylkingar - í føroyskari vísund, gransking og rannsókn.