Plastræðslan fer eisini at raka Føroyar
- Frankaríki forbjóðar sølu av frukt og grønmeti í plasti
Soleiðis ljóðar yvirskriftin á eini grein hjá Vágaportalinum nýggjársdag.
Nýggja árið fer uttan iva at hava nógv nýtt við sær, eisini nýggj krøv innan umhvørvisøkið.
Plast er nakað, ið nógv fólk stara seg blind á. Hetta er sjálvandi sera sjónlig dálking, og tað er populerari at loysa trupulleikar, ið gera sjónligan mun her og nú. Tey, ið fylgja við, vita sjálvandi, at tað tó ofta er ósjónliga dálkingin – herundir CO2 – ið ger størsta skaðan.
Hvussu er og ikki, brúkar franski forsetin Emmanuel Macron málið til at blása seg upp. Hann hevur kallað forboðið fyri "eina sanna kollvelting" og ætlar, at Frankaríki bannar øllum plastvørum í seinasta lagi í 2040.
Sjálvandi hevur hetta eisini nakað at gera við, at franska forsetavalið verður í vár. Macron vil gjarna afturveljast.
Føroyingar eiga at sýna rættstundis umhugsni
Ivaleyst eru nógv, ið yppa øks og siga, at hatta eru bara fransmenn. Teir eru so erkvisnir.
Trupulleikin er, at talan ikki bara er um fransmenn, men eisini um Spania, Týskland og nógv onnur lond, har umhvørvisvernd er høgt í metum. Eisini Norðurlond eru farin undir miðvíst at minka um plastnýtsluna.
Føroyingar kunnu ikki lata sum luft.
Neyðugt er, at vit eisini fara yvir til onnur sløg av innpakking, ið kann nakað tað sama sum plast. Jú betri fyrireikað vit eru, tess betri koma vit at standa okkum, tá krøvini av álvara skola inn á okkum. Eisini á hesum øki mugu vit sýna rættstundis umhugsni. Tað mugu føroyskar plastfyritøkur eisini.
Tí eigur politiska skipanin eisini at trýsta vinnulívið og borgararnar til at brúka minni plast.
Í Danmark er við lóg bannað at keypa plastposar fyri minni enn 4 krónur. Í Føroyum áttu vit helst at gjørt nakað líknandi, so fólk í størri mun fara at brúka toyposar, ið kunnu brúkast ótejandi ferðir.
Tað er sanniliga neyðugt at brúka plast til nógv ting í samfelagnum, men innkeypsposar eru ikki eitt av teimum tingum. Tað er bara ein ringur vani.
Plast er alneyðugt upp á stutt sikt
Í dag er plast nærum okkara lívsæðr, tá tað kemur til at betra um haldførið av grønmeti og frukt.
Vit kunnu ikki fara líka harðliga til verka sum í Frankaríki, har frísk frukt og frískt grønmeti eru at fáa beint uttanfyri býirnar.
Vit kunnu í ávísan mun royna at framleiða meiri frukt og grønt í Føroyum, eins og Moldmentanarháskúlin á Sandi vísir á. Men hetta er eisini orkukrevjandi, eins og torført er at koma upp á tær nøgdir, okkum tørvar. Harumframt verður prísurin so høgur, at nógv fara at velja frukt og grønt frá vegna prísin.
Vit kunnu tí missa meiri fyri minni, um vit bannlýsa plastinnpakking í einum høggi.
Vit hava tørv á, at fólk eta sunnari, og tí er neyðugt við atgongd til gott og bíligt frukt og grønt.
Tí mugu stóru innflutningsfyritøkurnar longu nú fáast at hugsa um, hvussu hesar vørur kunnu innflytast í innpakking, ið er munandi meira umhvørvisvinarlig.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin