Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pínligt útvarp frá samráðingunum

Tað hevur tikið tíð, at fáa allar flokkar at svølgja kamelar í samband við nýggja samgonguskjalið, men enn eru ikki allar súðir syftar. Málsøkini og landsstýrismanningin mangla at koma uppá pláss.

Útvarpið hevur roynt at hildið lív í hesum politiska leiki, tó at stovnurin átti heldur at spart hasar yvirtíðarpengarnar, og brúkt teir til okkurt, sum gav størri meining. Í teimum flestu innsløgunum innsløgunum, gjørdi journalisturin royndir at fáa onkran at tosa, og tá ikki bar til at fáa viðmerking ein vegin, so varð setningurin broyttur, men alla tíðina var sama svarið: Onki svar.

Tað gjørdist ikki minni pínligt av, at Elin Winther Poulsen, sendi boð eftir Árna Gregersen, blaðstjóra á Dimmu, mikudagin, at gera viðmerkingar. Tað hoyrdist, at maðurin ikki hevði verið í Føroyum í 20 ár. Tankagangurin hjá báðum blaðstjórunum á hesum blað er, at onki er hent í Føroyum ta tíðina, tey ikki hava verið her, og tí er journalistiski standurin so út av lagi.

Tað er veruliga nógv, sum er hent hasa tíðina, parið ikki hevur verið í Føroyum, men parollan er helst, at hava tey ikki upplivað hetta, so er tað heldur ikki hent.

Árni Gregersen, sveimaði yvir møguleikunum hjá Gamla Sjálvstýrinum, at koma í Tinganes, men helt fyri, at tað vildi verið tignarligt um Kári Post, endaði sítt politiska lív, sum løgtingsformaður, men vísti so á, at hetta fór ikki at vera nøkur løtt uppgáva.

Og so fór blaðstjórin annars út at sveima, nevndi Hilmar Kass, sum hevði verið løgtingsformaður.

Trupulleikin hjá Árna Gregersen, er, at Hilmar Kass, ongantíð hevur verið løgtingsformaður. Í tíðini, Gregersen, var uttanlanda, var Lasse Klein, løgtingsformaður hjá Gamla Sjálvstýrinum, men tá tað hendi meðan Parið var burturstatt, so er tað ikki hent, so tá tey ikki vita, so royna tey bara at gita.

Men langt áðrenn Lasse Klein, gjørdist løgtingsformaður, hevði Sámal Petersen, havt hetta starv fyri flokkin.

Hetta var einki minni enn pínligt útvarp frá samráðingunum.

Oyggjatíðindi

Dan Klein, blaðstjóri