Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pínliga einskiljingar støða Fólkafloksins

Hetta er eitt gott dømi um, at Fólkaflokkurin eirindaleyst, uttan mið- og mál, og uttan fyrilit, misbrúkti ríkidømi okkara at einskilja, og forkoma nærum einum tilfeingi, ið kundi verið betur farið á mongum økjum í sambandi við einskiljingina av Atlantsflog.

Eygleiðing av flogmálinum:

Aftaná einskiljingina av Atlantsflog komu so timburmenninir, og umberingarnar hjá Fólkaflokkinum og søguna um eina fullkomiliga miseydnaða einskiljing av flogfelagnum, og teir stuðlaðu loksins uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at tjóðartaka triðingin aftur til felagið.

Nú stendur føroyska flogfelagið aftur har tað stóð, áðrenn løgtingið samtykti uppskotið frá fyrrv. landsstýrismanni Fólkafloksins, Bjarna Djurholm, at fara undir eina einskiljingartilgongd, og sum fór av bakkastokki við løgtingslóg nr. 102 frá 4. desember 2006.

Einskildi triðingurin kostar Atlantsflog 71 mió. kr. at keypa aftur, og sum felagið sjálvt skal fíggja, og møguleikarnir hjá kundunum at fáa bíligari ferðaseðil minka, umframt at landskassin misir 42 mió. krónur yvir 12 ár í vinningsbýti.

Politiska handalagi í sambandi við einskiljingina hjá fyrrv. landsstýrismanninum, hevur ikki hepnast væl, og hevur verið alt ov illa fyrireika, og tá hann í dag umber seg við at siga, at hevði hann havt kunnleika um, at ikki størri partar fóru at verða einskildir, so hevði hann ikki lagt uppskotið fram um einskiljing.

Hetta er snaring av veruleikanum. Hann legði uppskot fram á Føroya Løgtingi um, at tveir triðingar vóru einskildir, og við 2. viðgerð var hetta broytt til ein triðing. Tá hann var greiður yvir hesa gongdina, so átti hann uttan drál at tikið uppskotið aftur. Tað gjørdi hann ikki. Henda støða hansara hevur ført til óhepnar avleiðingar og umrøðu av flogfelagnum, og sum hevur ført við sær, at felagið er munandi verri fyri í dag.

Vit skulu vera varin at einskilja almennar uppgávur uttan mið og mál. Tað skal gerast við skili.

Tí er støðan hjá Fólkaflokkinum um, at tjóðartaka flogfelagið, ein pínlig støða hjá Fólkaflokkinum, eins pínlig, sum tá flokkurin av øllum alvi royndi at forða fyri, at Tjóðarflogfelagið var sett á stovn í síni tíð.

Gott er kortini, at vit hava havt eina árvakna nevnd í Atlandsflog, og ein landsstýrismann, sum tordi at seta Fólkaflokkin skak mat, við at tjóðartaka triðingin aftur har hann eftir hesum umstøðum hoyrir heima.

Vónandi verður hendan hending ein varandi áminning um, at tað ber ikki til at handfara slík mál á hendan hátt, og at einskiljingar í framtíðini skulu fyrireikast væl áðrenn farið verður undir eina slíka tilgongd.

Lasse Klein