Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan: Linde klokkar í klokkutíðini

Vit á Oyggjatíðindum fóru inn í Eysturoynna leygarmorgunin, at kanna koyritíðina frá skúlanum við Løkin, niðan til húsini hjá Pidda, og síðani norður til og inn í Norðoyatunnilin og útaftur, uttan at steðga á longur enn eitt sekund fyri at meta um pástandurin hjá ákæruvaldinum um, at ákærdi lættliga kundi klára hetta innanfyri 15 minuttir.

Vit koyrdu so skjótt tað var loyvt, og við hvørt eitt sindur skjótari – og bert einaferð spakuligari í nøkur sekund orsaka av forðandi ferðslu.

Tíðin vit brúktu um túrin var 25 minuttir og 48 sekund – og ikki 15 minuttir, sum ákærin førdi fram í rættinum, at hesin túrurin tók.

Koyrilongdin var 20,8 kilometrar – og ikki 16 km, sum ákærin førdi fram í rættinum.

Vanligir arbeiðsdagar er nógv ferðsla millum kl. 08:00 og 09:00, og tí má takast hædd fyri hesum, og ómøguligt hevur verið at yvirhála, serliga ikki bussar, tí so vildi hetta kunnað avdúkað, hvat lá aftanfyri í Skoda-Fabia bilinum.

Sostatt er tíðin alt ov knøpp til at fremja eina burturbeining av Pidda í tíðini millum kl. 08:00 og 08:54 hendan fríggjamorgunin, sum ákæruvaldið vil vera við. Taka vit hædd fyri ferðsluni ein fríggjamorgun, so skulu helst leggjast 5 – 10 minuttir aftrat teimum 25 minuttunum og 48 sekundunum, sum vit máldu leygarmorgunin, og so sær heilt svart út á ákæruvaldinum.

Linde klokkar í klokkutíðini.

Vit fara, sum frálíðir, at koma við fleiri avdúkingum.