Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan er skrædnað

Tað er ongin ivi um, at Pidda-gølan longu var skrædnað, áðrenn hon byrjaði. Ákæruvaldið vildi ikki draga unnustuna hjá Kroatanum inn í málið, tó at hennara frágreiðing bæði er ullint, og hongur illa saman, og mest av øllum, krevur svar uppá fleiri spurningar.

Áðrenn ákæruvaldið nakrantíð kom í rættin, vóru tey vitandi um, at tey 11 vitnini vildu staðfesta at hava sæð Pidda dagin eftir, at hann varð sagdur at verða dripin, og at tað tí ikki ber til at fáa kroatan dømdan uppá hesa ákæruna, og so er tað greitt, at dómarin má senda nevningatingið heim, fyri síðani at lata restina av málinum um visakortið avgreiða við vanligari rættargongd.

Tá ið løgreglan ikki vil broyta tíðina fyri, at Piddi er dripin, so er tað nógv, sum bendir á, at orsøkin er, at so verður neyðugt at taka unnustuna inn. Kroatin hevur greitt frá, at hann gjørdi avtalu við Pidda um, at hann skuldi út, men sigur í rættinum, at Piddi hevði brotið rút fyri at koma inn aftur. Unnustan hevur víst aftur, at nakar rútur var brotin í húsinum á Gerðisvegi, men hevði hon lykil til húsini, og hvussu var Kroatin ella hon annars komin inn í húsini?

Vit hava hoyrt um at Piddi bjóðar seg til at keypa húsini fyri frívirði, sum var mett at vera kr. 115 túsund krónur, men at táverandi konan segði nei. Eftirfylgjandi er komið fram, at fyrrverandi konan bjóðaði sær til at keypa húsini fyri somu upphædd, tó at hennara egni advokatur hevði rátt frá, tí hon snøgt sagt ikki hevði pengar at keypa húsini fyri.

Ákæruvaldið hevur gjørt nógv burturúr at kanna fartelefonir, signalir og mastrar. Hví hevur ákæruvaldið ikki kanna hvar fartelefonin hjá unnustuni hevur verið, tá kroatin og Piddi vera sagdir at vera við Norðoyatunnlinum?

Og hví vil ákæruvaldið ikki kalla mannin, sum sigst líkjast Pidda inn í rættin? Og hví verða fartelefonirnar hjá vitnunum ikki kannaðar líka effektivt, sum fartelefonin hjá Kroatanum, og Pidda?

Vitni sigur, at Pidda sovnaði í stovuni. – Hvørjar umstøður gera, at løgreglan sigur, at Piddi er dripin í songini, og tá fyrrverandi kona Pidda sigur, at Piddi bløddi illa næsablóð, hví hevur løgreglan so ikki roynt at fingið hetta staðfest frá mammu Pidda?

Og hví noktar løgreglan mammuni at geva frágreiðing í rættinum...

Meira í blaðnum í morgin