Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan: Ákæruvaldið skal vita, ikki gita

Úr arkivinum: Aftur í morgun sang eitt av mikrofonhaldandi heimalombunum hjá løgregluni um Pidda-gøluna. M.a. varð sagt, at tey 11 vitnini, sum høvdu sæð Pidda leygardagin 5. november 2011, og sunnudagin 6. november 2011, høvdu tikið feil, tí ákæruvaldið í einum føri kundi vísa á, at ein ein ávísur handil, ikki hevði selt eina ávísa vøru, til Dánjal Petur Hansen.

Tað er gott, at ákæruvaldið í eina førinum sigur seg hava prógvað, at vitnið, sum segði seg hava keypt ávísa vøru úr ávísum handli, ávísan dag, kann hava tikið feil, men harfrá og til at siga, at 10 onnur hava tikið feil uttan at prógva hetta, kann als ikki góðtakast.

Tað áliggur ákæruvaldinum at prógva, at vitnini hava tikið feil. Ta próvbyrðuna klárar ákæruvaldið als ikki at lyfta. T.d. segði eitt av vitnunum, at hon hevði sæð Pidda leygardagin 5. november 2011, millum klokkan 16:30 og klokkan 17.00.

Hetta vitni grundgav, at hon skuldi til klaksvíkar at hjálpa til við eina svimjikapping, og tí visti hon, at dagurin, og tíðarfestingin vóru røtt. Hetta er so nær prógvið, sum til ber.

Eitt annað vitni segði seg eisini hava sæð Pidda sama dag, og um somu tíð. Hennara grundgeving var, at hon visti at talan var um leygardagin, tí hon arbeiddi allar hinar dagarnar. Hetta er so nær einum prógvi, sum til ber.

Slík vitnir kann Linde Hesselberg, ákæri ikki bara tveita av borðinum, kann hon ikki prógva nakað annað, men tað er akkurát tað hon ger. Hon heldur øll fyri tað turra gjøldur, og Einglapressan bara fylgir við. Journalistar hava hanin´gali okkum, loyvi at hugsa, í hvussu so er teir, ið hava nakað at hugsa við.

Ákærin var enntá so frekur, at hon spurdi nevningarnar, hvar Piddi búði, hvar hann svav hesar dagarnar – t.d. leygardagin og sunnudagin, tá fólk vóru í húsinum, sjálvt um tað áliggur ákæruvaldinum at prógva hvar Piddi var, at vitnini tóku feil, og at Piddi var dripin.

Onki av hesum kláraði Linde Hasselberg, sum førdi eina prosuduru uppá, at kroatin leyg illa, annars førdi hon seg fram uppá reinar prosatekstir, sum als ikki hoyra heima í einum so álvarsomum máli.

Ákæruvaldið hevur bara prógvað, at tey hava spælt fallitt, og at arbeitt verður hart fyri at verja minst tveir persónar í samband við Pidda-gøluna.

Víst verður m.a. eisini til hesar leinkjur:

http://www.oyggjatidindi.com/news-progvini+hja+akaeruvaldinum+fylladi+sundur_tmiw.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+smurdi+blod+a+venjingarskogvar.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+rdquooverkillrdquo.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-akaeruvaldid+svikar+vid+teknisku+progvunum+i+piddagoluni.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+i+panikki+bleiv+madur+handtikin+i+raettinum.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+nu+hevur+akaerin+trupulleikar+vid+einum+pinnstivum+liki.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+sjonleikurin+aftur+a+pall.htm