Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

PhD-verja um upsa

Fríggjadagin 15. juni fer Eydna í Homrum at verja Ph.D.-ritgerð sína ”The effects of climate and ocean currents on Faroe Saithe”. Verjan verður á Fabrikkini hjá Öström kl. 9:30.

Eydna hevur arbeitt við Ph. D. verkætlanini síðan 2009. Í verkætlanini hevur høvuðsdentur verið lagdur á at lýsa lívfrøðina hjá upsa í føroyskum øki – so sum føði, vøkstur og ferðing – og at seta lívfrøðina inn í ein klimatiskan samanhang.

Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Eydna er innskrivað til Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Vegleiðarar eru Bogi Hansen, Petur Steingrund og Hjálmar Hátún, sum allir starvast á Havstovuni.

Les føroyska samandráttin av ritgerðini við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.hav.fo/PDF/fo_samandrattur_upsi_Eydna.pdf