Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

PFOS í føroysku náttúruni

Føroysk úrslit vátta, at luftborin dálking er ein ítøkilig kelda av PFOS í føroysku náttúruni.

Dálkingarevnið PFOS (enska heitið er perfluorooctan sulphonate), hoyrir til yvirskipaða bólkin av perfluoreraðum evnum sum kunnu vera nevnd PFAS ella PFC, og er eitt av teimum dálkingarevnunum, ið Umhvørvisstovan hevur gjørt kanningar av seinnu árini.

Í sambandi við eftiransingina av dálkandi evnum í føroysku náttúruni gjørdi Umhvørvisstovan kanningar av seyði í 2008 og 2009 fyri at staðfesta, hvørjar nøgdir av m.a. PFOS síggjast aftur í hesum. Úrslitini av kanningunum vístu, at nøgdirnar av PFOS í seyði av Norðradali í 2008 og 2009 lógu ímillum 0,88 og 3,2 ng/g vát vekt, við heldur lægri nøgdum í 2009 enn í 2008.

Til samanberingar kann ávísast, at undanfarnar kanningar av PFOS í livrini av m.a. hvali, toski, ulku og feskvatnsfiskinum bleikju vísa, at størstu nøgdir eru at finna í livur av grindahvali, sum liggja ímillum 88 og 336 ng/g vátvekt (Kallenborn et al., 2004), meðan størsta nøgdin av PFOS í toska- og ulku livur í hægsta lagi var 2,5 ng/g vátvekt, og áleið 5 ng/g vátvekt í bleikju, sum var tikið úr vatninum á Mýrunum omanfyri Vestmanna.

Kanningarnar av seyði, grindahvali, bleikju o.ø. vísa, at rættiliga javnar nøgdir av PFOS eru í seyði og fiski, uttan í bleikju, har innihaldið var heldur hægri enn í hinum fiskasløgunum, meðan innihaldið av PFOS í grindahvali var hinvegin munandi hægri. Orsøkin til hetta rákið er at finna í flutningsleiðunum hjá PFOS, umframt at tað hevur týdning, hvar í føðiketuni djórasløgini eru, og hvørjari føðslu tey liva av.

PFOS er sera seint-niðurbrótiligt og ávirkar djór og føðiketur ígjøgnum bioakkumulatión (nøgdirnar økjast við aldrinum) og biomagnifikatión (nøgdirnar vaksa frá liði til lið í føðiketuni). Í mun til tey meira vanligu POP evnini (seint-niðurbrótilig lívrunnin evni) sum PCB og DDT, ið eru at finna í feitti, so bindur PFOS til protein í blóði og livur. Hetta merkir, at hægsta innihaldið av PFAS, tað vil siga PFOS og PFOS-líknandi evni, finnast í livur, eins og munandi lægri nøgdir finnast í kjøti. Til dømis hava kanningar víst, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt í samband við at fáa kannað, hvussu innihaldið av PFAS í millum annað grindahvali er broytt við tíðini, at PFAS í grindahvalalivur er meira enn 20 ferðir hægri enn í tvøsti, umframt at innihaldið í livrini broyttist meira enn í tvøstinum. PFOS-innihaldini, sum eru víst í myndini (yvir) eru øll frá kanningum av livrum.

Kemiska samansetingin av PFOS ger, at tað kann flytast langa leið, bæði við havstreymum og við luft og avfalli, og kunnu sostatt finnast aftur í sjógvi, vøtnum og regni. PFOS og PFOS-líknandi evni er funnið í Føroyum og longri norðuri. Harafturat er PFOS staðfest í bæði sjógvi, vøtnum og regni.

Hóast tað er staðfest, at PFOS ferðast bæði sjóvegis og loftvegis, sum dálkingin av bleikju í vatninum á Mýrunum er besta dømi um, so er tó enn ikki greitt, hvussu býtið av dálkingini er ímillum ´ferðahættirnar´ frá uppruna keldunum. Við støði í úrslitunum úr Føroyum, so kann tó staðfestast, at luftborin dálking er ein ítøkilig kelda av PFOS í føroysku náttúruni, tí sum heild eru nøgdirnar hægri í bleikju, sum livur í feskvatni, enn í kannaðu havfiskasløgunum. Tískil benda hesi úrslitini á, at tað í hesum førinum er umráðandi eisini at kanna dálking, ið regnar omanyvir okkum, sum dálkingina í havinum rundanum okkum.

PFOS hevur verið nýtt í ymiskum vørum so sum sløkkiskúmi og til impregnering av klæðum og pappíri (t.d. í ´fastfood´ ídnaðinum). Størsti framleiðarin av PFOS í USA/Europa, 3M, steðgaði síni framleiðslu í 2001, eftir at kanningar ávístu dálkandi árin av PFOS millum annað í arktiskum djórum. Í 2009 bleiv PFOS avmarkað við Stockholm sáttmálanum, men ikki beinleiðis bannað, og tískil eru nógvir møguleikar fyri undantøkum frá avmarkingunum. Roknast kann sostatt við at PFOS og PFOS-líknandi kemikaliir framvegis verða brúkt.