Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pf. Varðin & EVF í partapolitiskari at- og framsókn?

Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Tórbjørn Jacobsen, formaður:

Fyri sløkum tveimum vikum síðani, miðvikukvøldið hin 23. januar, hevði EVF – Eysturoyar Vinnulívsfelag – kallað inn til ársaðalfundar í Gøtu. Prentsmiðjan Estra hevði lagt rúm til, og umframt sjálvan aðalfundin skuldu teir báðir Kristoffur Laksá, stjóri og Tórheðin J. Jensen, umsitingarleiðari hjá Pf. Varðanum í Gøtu, hugleiða um tað, sum teir fáast við í gerandisdegnum á hvør sínum virki. Dagsskráin fyri hendan partin av fundinum var soleiðis orðað:

Framløgur eftir aðalfundin:

Virksemið á Estra/Vasti

Kristoffur Laksá, stjóri

Varðin og almenn vælferð

Tórheðin J. Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum

EVF hevur verið eitt sera væl virkandi felag og á fundunum, sum hava verið hildnir, hevur uppmøtingin verið stak góð, og tað hevur verið ein frægd at frætta frá oddvitunum í vinnulívinum, hvat teir dagliga takast við, og hvørjar ætlanir teir annars hava á sínum øki.

Av arbeiðsávum fekk eg ikki farið hetta kvøldið, men sum frá er liðið síðani, og alt meira kemur undan kavi frá fundinum, fer éin skelkur fyri og annar eftir niður ígjøgnum mønu og merg. Fleiri sjónarváttar – teir kunnu nú teljast á meira enn einari hond, tátta í tvær - hava sagt mær, at Kristoffur Laksá, honum so líkt, helt ein sera skilagóðan og hóvligan fyrilestur um prentsmiðjuna Estra. Honum á baki lendi Tórheðin J. Jensen á pallinum. Hann er umsitingarleiðari hjá uppsjóvarfelagnum Varðanum, og hann var settur at umboða teir á hesum aðalfundinum hjá EVF.

Tað var ikki sørt, at fyrilestur hansara av álvara kløkkaði forsamlingina. Snøggur, sum var hann fyri løtu síðani komin snákaður út úr eini Armani-krambúð, legði hann í vaðið við powerpoint, hesum reyða og ferðmikla focusbrikkinum dansandi leikandi lættur eftir løriftinum, stýrdur úr slitnu lógvum hansara, snjøllu røddini og við næstformanninum í politiska flokkinum Framsókn sum ambætara á telduni, - og ivaleyst spunasmiði eisini. Teir 40-45 limirnir, ið høvdu leitað sær til Gøtu hetta kvøldið, høvdu nú roknað við eini eggjandi frásøgn um succés- og sólskinssøguna Varðan, sum hevur dugnað meiri enn tey flestu í lokalsamfelagnum og síðani kring landið. Men tað sum ongin hevði bara ta minstu hóming av fyri fundin, hendi nú. So segði maðurin, the audience hall bleiv nú áskoðari til eina sjaldsama tøming av lortapøsum, hetta, tí fyrilesturin hjá Pf. Varðanum var eitt langt álop, og ein drúgv og fúl hunddálking av Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum. Formenninir báðir, Aksel og Høgni, vórðu visualiseraðir á bróstinum fyri teimum møttu í wanted-álíkum myndum í besta western- og kóvboystíli, settir fram sum eitthvørt slag av landssvíkjarum, ið endi mátti gerast á skjótast gjørligt, og sjálvur fekk eg tann ivasama heiður, at verða niðrandi nevndur í at- og sjaldsomu framsóknini hjá Pf. Varðanum hetta kvøldið.

Eitt er tað, at Pf. Varðin er vorðin ein partapolitisk cella, sum á henda fyri teir óvanliga hátt hevur gjørt sínar politisku fíggindar ítøkiligar, hesum ráða teir kortini sjálvir fyri, ognirnar eru privatar, harvið mega vit bara liva við hesum frameftir, verri er tað tó, at Eysturoyar Vinnulívsfelag, á ársaðalfundinum 2012, sum varð hildin í 2013, lat seg brúka sum pall í eini eirindaleysari herferð ímóti teimum báðum núverandi stóru andstøðuflokkunum (E & C), ímeðan mýruvongurin Framsókn slapp snikkaleysur. Helst fyri at fáa matnáðir í tí heimliga gesjeftinum og kanska fyri at behaga EVF-formanninum, dumpikandidatinum hjá Framsókn til kommunuvalið í Eysturkommunu fyri sløkum trimum mánaðum síðani.

Sum formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag ásanni eg bara, at Pf. Varðin í Gøtu, umvegis útsenda discippulin úr Norðragøtu, við hesum er farin í eina eirindaleysa vendetta ímóti Tjóðveldi og Javnaði. Tað hava teir sum sagt sín fulla rætt til, ognarskapur teirra er privatur, hóast eg als ikki skilji orsøkina. Havi ikki hoyrt um hendan vinnufíggindaliga politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum áður, og hann tykist og kennist mær ógvuliga og púrasta fremmandur. Táið hetta heldur ikki er fyrsta ferðin, at Tórheðin J. Jensen í almennum regi brillierar við grovum álopi á somu flokkar, serliga á meginaversiónina Tjóðveldisflokkin, má gangast út frá, at topparnir í Varðanum hava svorið honum eið sum leysgangandi partapolitiskum missili - í royndini at torpedera og søkkja omanfyrinevndu tveir flokkar.

Øðrvísi er tað í ávísan mun við EVF – Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum við hesum átaki hevur flutt seg frá at vera ein gagnandi, opin og objektivur felagsskapur til at gerast eitt partapolitiskt stríðsfelag, til frama fyri allar flokkar í Føroyum uttan Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Sum formaður í Tjóðveldisfelagnum í Eysturoy havi eg spurt formannin í EVF, um viðtøkurnar eru broyttar samsvarandi tí sum omanfyri er nevnt og hent, men tað eru tær ikki sambært honum. Soleiðis kann tað bara staðfestast, at nevndin í Eysturoyar Vinnulívsfelag hevur tikið sakina í egnar hendur, og hevur broytt agendu felagsins soleiðis, at tað er vorðið ein partapolitiskur felagsskapur, ið hevur til endamáls, at rudda út ávísar politiskar flokkar í Føroyum.

ES: Sunnukvøldið eftir fundin – ein trivalig vika er runnin síðani – varpaði eg advokatinum hjá Pf. Varðanum og skrivaranum í EVF hetta brævið omanfyri. Advokaturin svaraði fyri móttøku sama kvøldið og skrivarin morgunin eftir. Síðani hevur nakað av samskifti verið í eini roynd at sleppa undan at gera hetta málið alment, men tað skuldi ikki eydnast, táið eg sum formaður í lokala tjóðveldisfelagnum ongantíð fekk svarið, sum kundi greiða hví hesin fundurin háttaði seg soleiðis, ella um man skal rokna við, at flokkurin eg umboði, í eini duldari samtykt, varandi er vorðin non grata og pestilensur í Eysturoyar Vinnulívsfelag, har politiskir flokkar og feløg ikki fáa verið limir, og tí ikki fáa vart seg ímóti politiskari hunddálking og ditto álopum. Í hesum føri gavst ongin annar møguleiki enn at leypa á ímóti álopi, mest fyri at lýsa og kanska at rætta ta syndarligu lagnu, sum felagið hjá vinnumonnum, kommunum og havnum í oynni nú liggur undir. Hervið er tann leikurin fluttur, á óhepnan hátt kanska, men sleppur man ikki framat talvborðinum, má takast til onnur ráðini, og alternativi leikurin er við hesum leiktur. Við lítlum hugi skal sigast, til tess kenni eg Varða-menninar alt ov væl sum hóvligar skilamenn og ikki minni sum dugnandi framtaksmenn, men táið klæðseksdrongur teirra, í skammlopinum og mest sannlíkt í tilvitaðum misbrúki av áliti teirra, spýtti á hjartablóð, fær hýran ikki verið ein onnur.