Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

P/F Skerd starvsfólkarættindi

Umskipanin av almennum stovnum til almenn partafeløg er eitt stórt afturstig fyri rættindini hjá starvsfólkunum, t.d. tá tey verða uppsøgd. Landsstýrismaðurin kann tó við einum pennastroki rætta mistakið, so at øll almenn starvsfólk verða eins viðfarin

Er tað rímiligt, at starvsfólk hava fullkomiliga ymisk rættindi, tá ið tey arbeiða á almennum arbeiðsplássum. Bara tí, at summi av hesum arbeiðsplássum eru skipaði sum partafeløg, meðan onnur eru skipaði sum vanligir almennir stovnar?

Hesin spurningur troðkar á, nú almennu partafeløginini aftur eru í fokus. Milliónalønin hjá m.o. stjóranum í Posta hevur skapt almenna undran, og vit hava fingið eitt kjak um baksíðuna av almennu partafeløgunum við stórum stjóralønum, ongum almennum gjøgnumskygni og skerdum starvsfólkarættindum.

Kjakið er neyðugt og tiltrongt. Serliga nú samgongan hevur havt ætlanir um, at skipa enn fleiri almennar stovnar sum almenn partafeløg, og hava Rúsdrekkasølan og Ferðaráðið verið nevnd í hesum sambandi.

Myrkalagdar avgerðir

Tá almennir stovnar verða umskipaðir til partafeløg, verður øll serlóggávan, sum er galdandi fyri almennu stovnarnar, koplað frá. Lógin um alment innlit, sum tryggjar borgarum og fjølmiðlum innlit í avgerðirnar hjá almennum arbeiðsgevarum, er ikki galdandi longur. Og alt regluverkið, sum gevur teimum almennu starvsfólkunum serliga verju t.d. í uppsagnarmálum, verður eisini suspenderað.

Rættarliga eru almennu partafeløgini privat. Tað einasta, sum er alment við teimum, er, at eigarin er tað almenna. Annars virka tey sum øll onnur privat partafeløg.** Fyri gjøgnumskygnið og opinleikan er hetta eitt stórt afturstig. Fjølmiðlar og borgarar hava ongan møguleika at eftirkanna, um avgerðirnar, sum leiðararnir og stjórarnir taka, eru rættar og lógligar. Tað er í sjálvum sær ein demokratiskur trupulleiki, tá ið havt verður í huga, at talan er um arbeiðspláss, sum vit øll eiga, og sum ofta hava eina lyklafunktión í okkara samfelag.

Starvsfólkini rinda høgan prís

Fyri starvsfólkini er tað eitt stórt afturstig, tá ið arbeiðsplássið verður umskipað til eitt P/F og rikið eftir privatrættarligum reglum. Prísurin fyri tað fríu kappingina er eittnú, at flestu rættindini í sambandi við uppsøgn verða sett úr gildi.

Fyrisitingingarlógin, sum tryggjar, at starvsfólk verða hoyrd og at uppsagnirnar verða grundgivnar á lógligan hátt, er ikki galdandi fyri almennu partafeløgini. Krøvini um, at avgerðinar skulu vera neyðugar og lógligar og fylgja góðum fyrisitingarsiði, og at arbeiðsgevarin skal fylgja starvsfólkapolitikki landsins, galda heldur ikki.

Leiðslurnar í almennu partafeløgunum hava sostatt ikki einans fingið heimild at skrúva stjóralønirnar upp. Tær hava eisini fingið sera fríar ræsur at siga sínum starvsfólki úr starvi. Álvarin í støðuni verður undirstrikaður av, at starvsfólk í skrivstovuyrkinum á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum eru nógv verri vard enn í grannalondunum. Í Danmark staðfesta funktionerlógin og fleiri av høvuðsavtalunum, at uppsagnir á privata arbeiðsmarknaðinum skulu vera rímiligar. Eitt krav, sum líkist sakligheitskravinum á almenna arbeiðsmarknaðinum, og sum eisini er kjølfest í drúgvari rættarvenju. Men slíkar reglur og slíka verju hava vit ikki á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, har lógin um starvsmenn stórtsæð hevur verið óbroytt síðani 1958. Hendan støðan ger, at afturstigið fyri starvsfólkini verður serliga stórt, tá ið arbeiðsplássið blívur til eitt P/F

Lætt at broyta

Avgerðirnar, at skipa stovnar til almenn partafeløg, bera brá av at vera tiknar við klaffi fyri annað eygað. Tað er tað vinnuliga sjónarmiði, sum hevur talt. Opinleikin og gjøgnumskygnið og tey skerdu starvsfólkarættindini tykist eingin at havt eyga fyri.

Sum felag duga vit tó illa at ímynda okkum, at endamálið, við at leggja t.d. tele- og postvirkið í partafeløg, hevur verið, at taka starvsfólkarættindini frá starvsfólkunum. Um endamálið hevur verið at skáka sær undar lógarásettum reglum, so er hetta eitt álvarsmál.

Eisini meta vit tað vera ógvuliga problematiskt, at starvsfólk hjá tí almenna vera viðfarin so ymiskt, alt eftir um arbeiðsgevarin er eitt partafelag ella ein stovnur. Tí eigarin er júst tann eini og sami: Tað almenna.

Gongdin er ódámlig, og afturstigið er ikki júst eitt tekin um menning av arbeiðsrættarligum viðurskiftum innan tað almenna í Føroyum.

Tað góða er kortini, at politisku myndugleikarnir lættliga kunnu broyta hettar.

Lógin um alment innlit og fyrisitingingarlógin lata upp fyri, at tær eisini kunnu galda fyri almenn partafeløg. Eisini ber til, at landið snøgt sagt setur í viðtøkurnar fyri almennu partafeløgini, at tær somu starvsfólkareglurnar galda í feløgunum, sum á teimum almennu stovnunum.

Hetta kann gerast frá degi til annan, bara viljin er til tess. Tískil er tað í tøkum tíma, at viðgerðin av teimum almennu partafeløgunum gerst meira nuanserað, so at ikki bara tað vinnuliga sjónarmiðið verður tikið við.

Vit hava gjørt tað áður og gera tað enn einaferð:

Starvsmannafelagið heitir á landsins myndugleikar at bera so í bandi, at starvsfólkini hjá almennu partafeløgunum verða fevnd av somu lógum sum tey, ið starvast hjá landinum annars.

Selma Ellingsgaard

Forkvinna

Starvsmannafelagið