Petur og Marius: Spekulantar standa saman
Perla: Peter Straagaard Holm, og Jógvan Páll Marius Lassen, hanga ikki bara saman í samband við Smyril Line. Teir eru partaeigarar í P/F 6. mars 2007, sum hevur til endamál, at reka handil og vinnu. Felagið hevur skrásett fleiri hjánøvn. Tey flestu hjánøvnini eru Kaupthing ella Keypting. Stjóri í felagnum er Regin Ingolfsson Jacobsen. Í Oyggjatíðuibndum 3. juni 2009.
Úr arkivinum:
Vit kenna Petur Holm, sum stjóra í Kaupthing, ið valdi at lata hurðina aftur í Føroyum uttan at siga stjóranum frá, fyri síðani at fara á heysin í Íslandi. Men ikki bara stjórin var blindur fyri støðuni. Nevndarlimurin og advokaturin, Jógvan Páll Lassen, visti heldur onki.
Og tað gjørdi Regin Ingolfsson, heldur ikki.
Men teir tríggir funnu tó saman, sum eigarar av partafelagnum 6. marts 2007, sum hevur fleiri hjánøvn at verja, men ein avmarkaðan partapening uppá 100 túsund krónur. Felagið hevur til endamáls at reka allan handil og vinnu, stendur í viðtøkunum. Hjánøvnini, sum felagið vil verja eru.
Føroyar Invest Virðisbrævameklarafelag
Kaupthing Før. Invest, virðisbr.mekl.fel.
Kaupthing Invest Virðisbrævameklarafelag
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag
Keypting Føroya Virðisbrævameklarafelag
Keypting Virðisbrævameklarafelag
Seinast vit hoyrdu frá hesum kalunum var, tá Landskassin, skuldi seta pengar í Smyril Line.
Tá minnast vit, at Tobbi , føldi seg so troyttan av Peter Straagaard Holm, at hann tveitti hann tvíbuktaðan úr rúminum, har annars bara løgtingsmenn máttu halda til í. Frá teirri ferðini kenna vit eisini Jógvan Páll Marius Lassen, advokat, sum segði seg vera útróptan til trotastjóra í Smyril Line, setti løgtingið ikki pengar í felagið.
Síðani er tað gingið slag í slag hjá advokatinum, sum hevur verið persónligur sakførari hjá Johan Dahl, tá hesin hevur havt fund við íleggjarar í Atlantsflog. Peter Straagaard Holm, stríddist, sum úlvur á skóg á seinasta aðalfundinum hjá Føroya Banka, at koppa nevndini. Orsøkin segðist vera stuttfreistaðu lánini, sum nú rættiliga vóru sum strammir slipsknútar, og hvassir sum barberknívar.
So mikið um hendan spekulantin. Jógvan Páll Marius, er eisini kendur frá virkseminum hjá vinmanninum, Fróða Hansen, ið letur seg avmynda saman við Hollywood-persónum, tó at í hvussu so er eitt av feløgunum hevur verið sera illa fyri, og hevur trola í sama Framtakskassa, sum Smyril Line. Her er advokaturin eisini nevndarlimur.
Ein annar nevndarlimur í hesum lívsstílsfelagið, var Bjørt Samuelsen, sum tó, tá hon gjørdist landsstýrisfólk, bakkaði út.
Men Peter og Marius, eru spekulantar, ið standa saman...