Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Petur í aktión og í sínum rætta elementi.

Petur Højgaard, - dyggasta skorða frælsisins er fallin

Tórbjørn Jacobsen:

Hóast lívið mangan kann tykjast í so kjøkrut, so er tað í meginregluni so sára eyðskilt. Tað rekur við og í aðru syftu rekur tað upp í ættina, sjógvurin fløkist og leggur seg aftur, sjóvarføllini ganga ymsar vegir, - so sniðfundiga er Skapanarverkið samanskrúvað, at yvir ávís tíðarmál ræður javnvágin, og lívið gongur sína gongd. Einfeldnið liggur í komuni og fráferðini. So einsamallur sum tú kagar inn í lívið á fyrsta sinni, líka so einsamallur fert tú frá foldini aftur, inn í himmalsku dýrd Hansara, ið øllum ræður, treytað av treystinum í vónini og sannføringini um teir lutir, sum vit ikki síggja.

Onki hugtak er sum frælsi umrøtt, brúkt og uppá kvamsvís misbrúkt ígjøgnum øldir. Hugmyndafrøðingar hava roynt at nágreina tað út í æsir, og síðani hava ymiskir teknar teirra sett tað inn í sín egna kontekst, fyri at geva sær sjálvum frælsi til at taka frælsi frá onkrum øðrum. Petur Højgaard varð meira enn tey flestu spleysaður uppí frælsishugtakið, hann hevði óvanliga stóran áhuga fyri tí og umrøddi tað tíðum, táið vit hittust. Og tað var frælsi í víðastu merking, ikki bara tjóðarfrælsi, sum lá honum á hjarta. Hugmyndin um hvussu barnið, ið kemur úr móðurlívi, er samanskrúvað, frælst og óspilt, og hvussu ymiskir máttir síðani trevsa skapningin til, og leggja bond á hann, var ofta eitt tema.

Fyri at nema við tann politiska partin, so hevði umhvørvið neyvan væntað annað, enn at hann stálsettur skuldi ganga ófrælsisleiðina. Høgi intelligensurin, djúpa sálin og sjaldsama víðskygnið lyftu hann hugspekiliga á arnarveingir, og soleiðis filosoferaði hann seg inn í eina frælsisstøðu, sum hann ongantíð veik frá aftur. Hann akslaði síni skinn við frælsi, hann stóð heiðursvakt við frælsi, og eg havi ikki kent nakað menniskja, sum á sama hátt er ella var sjálv ímyndin av hugtakinum frælsi í øllum tess fasettum. Í so máta var hann unikkur. “Frælsið er títt vakra navn.....”, syngur cubanarin Silvio Rodríguez, og júst hendan strofan átti at verið meitlað inn í gravsteinin, nú Petur er farin undir flag í Glyvra kirkjugarði.

Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Fyrra heimsstríð var ikki lokið, táið Petur varð borin í heim, og bara eitt hálvt ár frammanundan høvdu bolsjevikkarnir við Lenin á odda tikið valdið í tí, sum seinri gjørdist heimsveldið Sovjet, ið eisini liðaðist sundur í hansara tíð. Tí vóru tað ikki hissini royndir hesin heilstoypti heiðamaðurin í Saltangará hevði sopið uppí seg, nú hann farin um kempu og dustsins aldur legði árarnar inn, mettur av døgum, nítifýra ára gamal.

Petur varð borin í heim hin 16. mai 1918. Sonur ein av kendu rituvíkingunum, Palla, sum aftur var sonur fyrstu niðursetufólkini í bygdini, og Fíu slektað av Skipanesi. Nakað eftir fermingaraldur togaði sjógvurin í hann, og hesin gjørdist onkursvegna hansara stóri áhugi æviskeiðina at enda. Hann var við “Lizzie”, ið Jógvan á Høgabóli førdi, og síðani var hann í fleiri ár við rituvíkssluppini “William Martin”, sum systkinabørn hansara Jørgen og Niclas skiftust um at føra.

20 ára gamal saðlaði hann um í 1938. Trolið dróg, og hann gjørdist av grovastu trolmonnum, eitt slag av eksperti í hesum reiðskapinum, ið kom at hava so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyska innløgu. Skotar siga, at tú skalt brúka fimm ár á feltinum fyri at gerast fulltikin trolmaður, og hesa sveinaroyndina hevði Petur og dyggiliga tað. Hann keypti partabrøv í Tórfelagnum í Havn, og fór við “Tór 1”. Haðani flutti hann í 1939 umborð í “Tór 2” saman við Jákupi á Trøðni, sum var skipari. Eitt legg fyrst undir stríðsárunum var hann við tí kenda skiparanum Hans Peturi í Brekkunum av Toftum við “Lizzie”, men í desember mánaða 1940 mynstraði hann aftur umborð á “Tór 1”, sum Hans í Nýggjustovu í Nólsoy nú var farin at føra.

Hendan túrin royndu teir norðarlaga á Glettingargrunninum, teir vóru til saltfisk, og tað gekst væl í hond. Hópurin av leysum minum vóru í farvatninum, undir og úr vatnskorpuni, og ein av teimum brast nærhendis trolaranum hendan vanskepnudagin 10. desember 1940. Hann var at kalla fullur undir lúkurnar, táið teir hálaðu hetta kvøldið, og Petur, sum hevði deksvakt, skuldi taka afturlemmin. Táið 15-favna merkið kom, var aftur ein ræðuligur minubrestur, sum raseraði skipið, og táið hann síðani fór at leka, at drekka sjógv so rívan, var ikki annað at gera enn at seta bátarnar út og rógva til lands. Trolarin fór til botns. 17 fjórðingar róðu teir 18 menninir í eini lítlari jollu, og íslendingarnir tóku væl ímóti teimum í lýsingini á Brúnuvík. Haðani gingu teir í fýra tímar til Borgarfjarðar, og tað guvaði longu úr kjøtpottunum frá feskum kálvakjøti, - boðini vóru borin teimum frammanundan komuni. Petur hevði ein serligan alsk til ta íslendsku tjóðina, fólkið, og tað kunnu vera mangar orsøkir til tað, men hendan hjartaliga móttøkan man hava skroyvað nakað væl upp í sálini, og brent seg fasta, tí hann róði tíðum aftur á hesar dagarnar, tá heimurin annars var í holt við at knúsa seg sjálvan sundur á hermótunum syðri á í Europu.

Totalhavaríið av minuspreingingini á Eysturlandinum tók ikki dirvið frá hesum bræsna unglingi, og stutt eftir fór hann við “Suðuroy”, sum Tórfelagið eisini átti. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn, og annars sigldi hann vandasjógv, tað ið eftir var av seinru stríðsárunum. Eftir tað var hann við fleiri føroyskum skipum, og í 1955 fór hann við íslendskum trolara, og var har fram til 1958. Hann var maður og bátsmaður. Ein ungur sandvíkingur var við sama trolara – 20 vetrar yngri – skaldið Steinbjørn B. Jacobsen. Einaferð flutti Steinbirni fram røðu fyri Merkinum - ein flaggdag – um okkara leiðir, og tað var ein rørandi sjón at síggja teir báðar taka um hvønn annan, eftir at gamli háskúlastjórin var komin niðuraftur av røðarapallinum. Steinbjørn segði mær seinri, at Petur hevði tikið sær so ómetaliga væl av honum umborð í íslendska trolaranum, hann hevði verið sum ein pápi fyri sær, so ungur sum hann var, og tað er ikki sørt, at tú hómar konturarnar av Peturi í frægu skaldsøgu hansara “Kasta”, sum at kalla er einasta litterera verkið um hesa tíðina, táið føroyingar hesi soltnu árini heima á landi lívbjargaðu sær í íslendskari fiskivinnu.

Heimafturkomin úr Íslandi rendi Petur hjá Palla seg beint í tað kalda kríggið. Tað skreið skarpt í russiskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi um hetta mundið, teir royndu eftir sild norðanfyri, og Sildasølan hevði nú gjørt sáttmála við sovjetisku myndugleikarnar um samstarv. Teir heittu á Petur um at fara á garnaveiði við teimum sum eftirlitsmaður. Tað var gamaní, hann var ikki ræddur fyri tí óroynda, og hendan tíðin bleiv onkursvegna eitt markamót í lívi hansara, sum hann ofta róði afturá aftur, táið ein løta var. Tíðin var ein onnur, stríðið ímillum eystur og vestur harðnaði dag frá degi, heimurin var skivaður sundur í tey góðu og tey ringu, alt eftir hvørju megin jarntjaldið tú stóðst. Propagandan var øgilig, og tað var ikki sørt, at fólk ræddust manningarnar á russisku skipunum, ja, onkur segðist enntá at vera sannførdur um, at teir sum onki kundu eta børn. Hesum slapp Petur ikki heilt snikkaleysur burturúr, og eg minnist sum smádrongur, at menn í ramasta álvara tosaðu um, at hann politiskt var merktur av hesum, at treysta tjóðveldishugsjón hansara var rodnað í meira lagi av samstarvinum við kommunistisku kommiserarnar umborð á russisku garnabátunum. Seinri, táið vit gjørdust vinmenn, segði hann mær alla søguna um hetta, og hóast idé´irnar í hugsjón teirra í Kreml kundu tykjast skilagóðar og vælmeinandi, so kundi hansara turkatrúgv á frælsi einstaklingsins aldri her í verðini sáttast við statsterrorin hjá Stalin, sum bara hevði lív lagað, tí at frælsi var skert til minstu mørk. Petur var demokratur. Hinvegin so dámdi honum ómetaliga væl at vera saman við russum sum starvsfeløgum, tað fjaldi hann ikki fyri, og hetta kann hava verið ein orsøkin til eystansinnaðu søgurnar.

Og sjálvur var hann ein forteljari – frásøgumaður - av Guðs náði. Originalur, djúpur og skemtiligur. Samstundis. Tær eru nógvar, søgurnar, sum nú liggja undir flagi innanvert Grinkilsá. Í Svørtu Bókini, sum landsstýrið lat gera í fullveldisskeiðnum, hómast spenningarnir, sum eisini herjaðu oyggjar okkara í kalda krígnum. Ein dagin hesin russiski garnabáturin, sum Petur var við, liggur á Molanum í høvuðsstaðnum, verður heitt á Petur um at koma ein túr niðan á Marinustøðina. Tað skuldi ikki standa á, og innar komin fær hann beinanvegin varhugan av, at meiri álvari var í hesum, enn hann væntaði. Eftir einum reyðum leypara verður hann leiddur inn í eitt høli, har tríggir stólar standa kring um eitt lítið borð. Tveir menn eru komnir innar undan honum, og hann leggur alt fyri eitt tvey og tvey saman, og skilir skjótt, at hetta eru fregnarar í kalda krígnum, - annar dani og hin amerikumaður. Og teir fara til sakina beinanvegin, ætlanin er at krøkja hann til njósnara ímóti Warszawasamgonguni. Sjálvandi gjørdist hann foyur, sá ikki seg sjálvan sum eina James Bond týpu, men so brúktu teir goggarametoduna, og lótu nakrar dýrar whiskeydropar í ein steyp, sum stóð á borðinum. Hann tók ein slurk, og nú væntaðu teir, at hann gjørdist meira medgjørligur og munnlættur. Túnatosið helt fram, men táið hann hómaði botnin í glasinum aftur, mátti hann leggja eina beitu út, og nú segði hann seg hava sæð okkurt undarliga spegilsblankt úti undir væðingini í maskinrúminum, og tað sló ikki falskar mentir, nú oystu teir uppúr fløskuni, sum stóð niður við tí eina borðbeininum. Hann fekk sær ein til hitt beinið og boðaði teimum frá, at hann undir ongum umstøðum ætlaði at svíkja russisku fiskimenninar, sínar lagsbrøður á havinum. Hann takkaði fyri seg, og soleiðis var ein føroysk krimi avlívað í føðingini. Petur hjá Palla gjørdist ongantíð spiónur.

Eftir hetta var Petur maður, bestimaður og skipari við ymsum skipum. Eitt nú var hann við týskum trolara og við Dáva í Bø við “Magnus Heinason”, eldra, á saltfiskaveiði í 1962, 1963 og 1964. Farmasigling royndi hann eisini. Hann var stýrimaður við frystifarmaskipinum “Svanur” hjá Skipafelagnum Føroyar í 1978, og eftir tað arbeiddi hann í drúgt áramál á trolvirkinum Vónini í Fuglafirði. Hetta var ein stór menningartíð í hesum reiðskapi, og hann filosoferaði nógv og brúkti sítt góða høvd og sínar drúgvu royndir til tess at finna ógingnar leiðir á hesum móti, og eitt av rationaliseringsmálunum hann stríddist við var at fáa eitt segl, seymað á høvuðlínuna, at rigga, Havstovan hevur málið um hendur, og kanska fer tað innispunna tógvið at koma til høldar úr hesum í ókomnum døgum.

Seks dagar fyri Fólkaatkvøðuna í 1946 giftist Petur Elsu Mariu, Essemiu, sum vit rópa hana. Skemtiliga lýsti Bjartalíð hendingina í kirkjuni hendan dagin í desember, hvussu leikur gekst, við Petursa egnu orðum, táið hann legði leiðina framvið í dansinum úti á Toftum hetta summarið, hann hevði fingið skiparaprógvið frá Føroya Sjómansskúla. Hóast smæðin og ræddur fyri konufólki eydnaðist tað kortini, og í húsunum tey smíðaðu sær á trøðni hjá Palla, eftir strikum frá Niels Paula í Heimistovu, hava tey livað saman til hendan dagin, táið hann mettur av døgum legði leiðina inn í tær Himmalsku tjaldbúðirnar. Børn teirra eru 9 í tali: Sólbjørg, Jónhild, Sigmund, Dánial Petur, Poula, Erla, Hallbjørg, Gudny og Brandur. Tey siga samfelt um hann, at hann var jaligur, lívsglaður, takksamur og sterkur í síni trúgv.

Petur var kirkjumaður av tí góða gamla slagnum, hann átti í sær ein magnfullan Guðsótta, sum var ósvitandi. Hetta sæst eisini aftur í lýrisku royndum hansara, eitt nú í nógv sungna sanginum, sum hann eisini smíðaði lagið til. “Tú føddur føroyingur fríur.” Seinasta ørindi er kortfattað líkasum manifestið, sum stendur eftir um hendan hugkveikta mann: “Hann álitið hevur tær givið, tú setir teg aftur í rong, tak róðrið og eingin ivi, vind Merkið á fulla stong.” Hann stóð miðskeiðis í føroyskari mentan, jørðildið treyst og kjølfestan dygg, og umframt viðkomandi lesnað, var dansifelagið í Eysturoy hansara mentanarliga oasa, og sum ein modernaður føroyingur tók til nú ein dagin, - Leivskvæði var hansara Xfactor.** Umframt alt annað búði í Peturi eisini ein óvanliga rúmlig og sterk politisk dimensión. Hann var loysingarmaður um ein háls. Hann hevði sjálvur filosoferað seg fram til hesa politisku kredduna, og onkursvegna tóktist tað, sum resonansur var komin í sveiggini ímillum heilan og hjartað. Eg ivaðist onkuntíð í, hvussu rationelt hetta nú var, viðhvørt var yvirvágin emotionel, tað líktist eini veking. Teir gomlu tjóðveldismenninir trúðu uppá frælsið, tí viknaðu teir heldur ongantíð í trúnni á, at Republikkin ájavnt og ásamt var hinumegin næstu sýnuna. Tjóðarfrælsið skuldi ikki takast umvegis Excel-ørk og støddfrøðiligar frymlar, men umvegis hjartað við góðari hjálp frá heilanum.

Tá eg byrjaði mína gongd í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, fyri nærum 40 árum síðani, vóru onkrir av teimum gomlu feltsoldátunum hjá Erlendi Patursson, frá 50-árunum, framvegis í vælmaktini. Mær kemur til hugs eina grein, sum Jóanes Nielsen skrivar í Fríu Føroyum í 1985, undir heitinum: “Men úti undir væðingini í hvørjari sál liggur ein berserkur og slotar.” Hann skrivar: “Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu honum, vóru innan av tí kongatrúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir vera politiska afturhaldið í Føroyum, skutu tá við skørpum eftir kapitalismuni.” Og Eysturoyggin gjørdist ein av sterkastu bastiónum Tjóðveldisfloksins, ikki minst Peturi Højgaard fyri at takka. Okkara vegir runnu saman á hesi politisku slóð, samskiftið var nógv og drúgt, og hann var ein áhaldandi kveikjari, sum ongantíð lat tey framvið rekandi brúnasíðu skýggini á politiska hválvinum káma fyri málinum, sum treytaleyst var ein føroyskur statur á jøvnum føti við allar aðrar fullveldistjóðir í heimi.

Tað var Petur, sum í eini samrøðu við 14. September, fyri mongum árum síðani, “visualiseraði” letina, sum er úrslitið av donsku ríkisveitingini, ið danir spræna inn í politisku æðrarnar í Føroyum. Gjald fyri vald. Hann samanbar føroyingin við fiskin í einum aliringi. Danir standa á gummibrúgvunum og tveita fóðurperlur í kjaftin á teimum, alt eftir tørvi, og sum frálíður dragna teir í mun til natúrligu kringumstøðurnar. Tað ræður um at gøllhalda føroyinginum í ófrælsinum. Kemur hol á ringin tiggja teir ikki lív á sama hátt sum smidligi laksurin, ið mjáur fer andvegis rákinum og søkir sær føðina sjálvur.

Petur Højgaard valdi loysingina fragdardagin hin 14. September í 1946, og síðani valdi hann Tjóðveldisflokkin til sín doyggjandi dag. Hann var ein serliga trúgvur limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og hin 18. mai 2008, tann dagin hann snúði sær um 90-ára hvarvið, var hann kosin fyrsti og higartil einasti heiðurslimur felagsins, m.a. við hesum orðum: “Uttantings hava tygum í seksti ára søgu floksins verið ein av alra fremstu oddvitunum. Áhaldandi, ein teirra, sum ongantíð boygnaði.”

At standa undir kirkjuni á Glyvrum í góðveðrinum hendan dagin, táið tú vart borin út úr hesum heilaga húsi, ið tú so trúliga hevði vitjað, og sum hevði verið títt andaliga heim, og syngja Tjóðsangin, eftir at Bjartalíð prestur hevði kastað jørð á, tað var ein flottur jarðiskur endi hjá einum megnarmanni, sum hevur verið mær og so mongum øðrum til kveikingar og íblásturs. Ein frælsiskastali er fallin, ellin tók hann, men tínir klóku og hugdjørvu tankar um eina happadrúgva føroyska framtíð á egnum beinum doyggja ongantíð. Tú hevur ikki livað til fánýtis og fyri at taka afturíaftur, so er dyggjasta skorðan undir frælsinum fallin, sagt, tí at eg kenni ongan sum á sama hátt og so tilvitað hevði skilt álvaran í hesum og livdi í pakt við hugtakið. Tú átti mangar leikir á talvborðinum, eisini í lívsins leiki, men nú bleivst tú settur skák í mát í foldarlívinum, mátti Drotturin hinumegin hvarvið – Hann ið øllum valdur, táið tað kemur til skarpskeringar, tikið sær væl av tær. Hvíl í friði mín góði vinur Petur Højgaard.