
Petra Iversen stillar upp fyri Sambandsflokkin
Petra Iversen er 52 ára gomul og býr í Kvívík.
Umframt at arbeiða í Føroya Rætti, er hon eisini kommunustýrislimur í Kvívíkar kommunu, nevndarlimur hjá I.R.F. og Demokratia, og formaður í Starvsnevndini hjá Sambandsflokkinum.
Petra stillar upp, tí hon m.a. ynskir:
- Eitt enn betri samfelag, sum er fyri øll, sum rúmar øllum við øllum okkara ymiskleikum
- Eitt samfelag, har øll trívast, mennast og fáa avbjóðingar, íð samsvara við okkara ynski og førleikar
- Eitt samfelag, har tann grøna orkan og cirkuler-økonomi fær hægstu raðfesting
- Eitt samfelag, har okkara skapandi listafólk føla seg viðurkend sum eina stætt í samfelagnum
- Eitt samfelag, sum stuðlar og mennir enn meira okkara ferðavinnu
Hetta eru bara nøkur av teimum politisku hjartamálum, sum hon miðvíst vil arbeiða.
Sambandsflokkurin