Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Peter Lund Madsen á Vinnudegnum

Áhugaverdur fyrilestur um mannaheilan og hvussu ótrúligur hesin er.
 
Peter Lund Madsen er kendur danskur lækni og serlækni innan psykiatri. Hann er serliga kendur fyri at granska í heila okkara, og hvussu hesin virkar undir hvíld og strongd. Í sjónvarpi, í útvarpi, í fyrilestrum og sum rithøvundur hevur hann miðlað sína gransking á ein serliga livandi hátt.
 
Á Vinnudegnum fer hann at halda ein fyrilestur undir heitinum “Hjernen, arbejdsglæde og stress”. Hetta er ein fyrilestur um mannaheilan, hvussu ótrúligur hesin er, og hví hann hóast hetta ofta roynir at uppføra seg móti øllum skili. Hví hava vit menniskju so ilt við at broyta vanar og taka ímóti broytingum? Hví gongur tað kortini, og hví er arbeiðsgleðin ein av teimum týdningarmestu heilaeginleikunum í heila tikið? Og til endans: hvat hendir við heilanum, tá vit kenna strongd, og hvat hevur tað við svøvn at gera?

Melda til Vinnudagin her.

Skrá - Vinnudagin 2019.