Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast f.v. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Per Grønlund Pedersen, og Harald Bjørgvin, deildarleiðari fyri húsatænastuna.

Per Grønlund Pedersen frá fyri aldur

Per Grønlund Pedersen fer frá fyri aldur sum húsavørður í Dagstovninum í Hoyvík. Per er dani, uppvaksin í Tårnby á Amager, útbúgvin elektronikkmekanikari og hevur starvast innan danska hervaldið.

Á samkomu greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá, at Per fór til Grønlands í 1972 at arbeiða á veðurstøðini í Danmarkshavnini og Prins Christianssund, ið var “check-point” fyri alla flogferðslu í norðurhøvum.

- Per flutti til Føroya miðskeiðis í áttatiárunum og varð settur sum húsavørður á Dagstovninum í Hoyvík, sum tá var nýggjur. Hann hevur arbeitt har síðan.

- Tá Per byrjaði sum húsavørður í Hoyvík var rættiliga nógv at gera. Stovnurin var ikki heilt liðugur og Per hevði úr at gera. Hann setti upp hillar, bygdi skúr til súkklur, gjørdi mánabilar og leikur yvirhøvur.

- Her var nógv at fara um – ikki minst takið á stovninum, sum var ótætt og hevur likið frá fyrsta degi. Serliga illa lak í Grønu Vøggustovu.

- Menn rá kommununi høvdu sína dagligu gongd í Hoyvík at kanna, hvaðan lekarnir stavaðu frá. Nógvar teoriir vóru, plátur og bretti vórðu niðurtikin, kannað varð um kondens og um heitar og kaldar síður, sum møttust, og leitað varð eftir holum á takinum.

- Takið er fleiri ferðir skift og einaferð varð kunngjørt, at nú var takið tætt sum ein svimjihylur. Men tað lak ongantíð so illa sum akkurát tá.

- Umframt at halda stovnin við líka og flyta ymiskt aftur og fram, alt eftir hvør arbeiddi hvar í ymsu stovunum, so er Per altíð góður at heita á, tá tá skipað hevur verið fyri ymsum verkætlanum. Hann er á tremur við hugskotum og loysnum..

- Per hevur verið heilt einastandandi at gera leiktjøld og rekvisittir til sjónleikir. Helst er ongin jólaleikur ella luciagonga, har hann ikki hevur havt ein fingur við í spælinum.

- Per er limur í RCF-felagnum, har tey sigla og flúgva við fjarstýrdum bátum og flogførum á Velbastaðhálsi. Dagstovnurin í Hoyvík hevur havt stóra gleði av hesum limaskapi, tí tað er hent meira enn eina ferð, at Per hevur gjørt stóran hyl á spæliplássinum, har børnini eru sloppin at sigla við fjarstýrdum bátum “fyri gratis”, sum Per málbar seg!

- Nú Per fer er stovnurin sum nýggjur, nýumvældur og soppafríur!

- Per fylti 70 tíðliga í vár og er sostatt langtsíðan farin um eftirlønaraldur. Men honum hevur dámt væl at arbeiða sum húsavørður, og ikki kann sigast annað enn, at seinasta tíðin hevur verið strævin at fáa alt uppá pláss aftur, eftir at stovnurin hevur verið eitt stórt byggipláss í hálvtannað ár.

- Helst hevur hetta verið strævnasta tíðin í søguni hjá Dagstovninum í Hoyvík, sum fyllir 30 ár um eitt ár.

- Spyrt tú Per hvat hann fer at gera, nú hann fer frá, so stúrir hann eitt sindur fyri, hvat hann fer at brúka tíðina til. Tey sum kenna hann væl rokna tó við, at meginparturin av tíðini fer til at byggja bátar og flogfør í kjallaranum á Signabø, og hin parturin fer til at taka eina hond í í summarhúsinum hjá dóttrini í Danmark, segði Heðin Mortensen, sum at enda takkaði Peri fyri tænastuna og handaði honum takkargávu og blómur frá kommuni.

Kelda: www.torshavn.fo