Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensjónsnýskipan løgd fram

Vit eru ikki sørt errin av at kunna leggja fram nýggju pensjónskipanina í dag. Hetta hevur verið drúgt og rúgvismikið arbeiði, sum hevur vart í skjótt fleiri áratíggju. 

Loksins at koma á mál við einum samlaðum uppskotið kennist ómetaliga væl.

Talan er um eitt stórmál hjá samgonguni, sum arbeitt hevur við frá fyrsta degi í einum breiðum politiskum forumi til tess at fáa eina góða loysn.

Hjá okkum í Framsókn er eisini talan um ein varða, tí sum flokkur hava vit lagt størsta dentin á at fáa loyst stórmálini, ið hava bíðað í politisku skipanini alt ov leingi - skipanir og mál, sum øll vita skulu dagførast ella nýskipast. 

Pensjónsskipanin er eitt teirra – kanska tað týdningarmesta og mest átrokandi. Eitt mál, sum skiftandi samgongur hava havt sum sjálvsagdan part í sínum arbeiðssetningum, og sum eingin sleppur undan, fyrrenn tað er loyst. 

Hetta gjørdu vit okkum sum flokkur greitt beinanvegin og atkvøddu, sum einasti flokkur í táverandi andstøðu fyri eftirlønarlógini í 2013, hóast vit átalaðu harðliga, at bert inngjaldsparturin kom á tingborð. Vit ásannaðu, at tað var neyðugt, at hvør einstakur byrjaði at spara upp til egna pensjón. Men avbjóðingarnar um vantandi haldføri í føroyska samfelagnum vórðu ikki loystar við hesum átaki eina, og tað hevur ikki skortað við ávaringum um, at vit mugu kjølfesta øll pensjónsviðurskfti fyri okkara land við eisini at gera nýskipan fyri sokallaða útgjaldspartin og fáa eina heila skipan – har eisini aðrir viðkomandi tættir gjørdust partur.

Og tí fóru vit eldhugað inn í hetta pensjónsarbeiðið og hava í okkara tilgongd lagt áherðslu á at gera munandi átøk fyri haldførið og á eina skipan, sum er individuell í so stóran mun gjørligt/sum semja fæst um, har drívmegin hjá tí einstaka at spara upp og styrkja seg til komandi tíðir er berandi, og har vit tryggja virkisfrælsið í størst møguligan mun – samstundis sum vit taka rætta sosiala ábyrgd. Og lat meg gera greitt, at allir flokkar hava givið seg, fyri at finna røttu loysnirnar til at gera eitt gott kompromis – eisini Framsókn.

Pensjónssemjan, sum vit í felag hava lagt fram í dag, fevnir um seks lógaruppskot – trý frá Almannamálaráðnum og trý frá Fíggjarmálaránum, sum verða send til hoyringar alment í dag. 

Avvarðandi landsstýriskvinnurnar í ávíkavist almannamálum og fíggjarmálum løgdu hvør sín part av innihaldinum fram, men eg kann siga, at semjan er grundað: á haldføri – fyri at tryggja okkara samfelag framhaldandi, á prinsippið um at tað skal løna seg betri at arbeiða eftir pensjónsaldur og á tað, at lág- og miðallønt fáa hægri pensjón. Harafturat er dentur lagdur á smidliga skipan. Umframt hesi eru eisini atknýttir tættir við í semjuni, so sum pensjónsgjald oman á lønarlíknandi veitingar og at strika mótrókning millum hjún.

Og eg fari at takka landsstýrikvinnunum fyri áhaldni, dugnaskap, tol og vilja fyri at fáa hetta á mál. Og takka øllum teimum, sum hava lagt orku í at vit í felag kunnu náa úrslitum.

Tað er heldur sjáldsamt at gera reformar um slík stórmaál í góðum tíðum, og tí var tað ein serlig gleði í dag at leggja fram eina heilstoypta loysn fyri føroyska samfelagið um, hvussu vit í felag tryggja okkara eldru dagar – yvir um floksmørk, yvir um samgongu- og andstøðumørk og yvir um hugsjónarlig mørk – og hervið geva Føroya løgtingi høvi at samtykkja eina varandi skipan einaferð fyri allar.

Hanna Jensen, tinglimur