Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensjónistar – sum er, loysir tað seg ikki at arbeiða

Tað skal loysa seg at arbeiða  

Seinnu árini hevur Fólkaflokkurin áhaldandi sagt, at tað skal loysa seg at arbeiða. Flatskatturin, ið varð settur í gildi av borgarligu samgonguni í 2012, gjørdi, at tað fór at loysa seg sera væl at arbeiða, um tú var høgtløntur. Meðan flatskatturin ikki hjálpir uppá fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum hava lága løn – og hjálpir ikki pensjónistum, sum hava lága inntøku afturat fólkapensjónini. 

Loysir seg ikki at hava hálvtíðarstarv, um tú ert fólkapensjónistur
Tað loysir seg ikki peningaliga at hava vanligt hálvtíðarstarv hjá fólkapensjónistum. Arbeiðsinntøka hjá fólkapensjónistum verður ikki einans skattað við flatskatti og kommunuskatti, men verður harumframt mótroknað við heili 60% í fólkapensjónsviðbótini, um arbeiðsinntøkan/-inntøkan fer upp um 61.900 kr. árliga.

Við galdandi mótrokningarreglum í pensjónsviðbótini loysir tað seg ikki fíggjarliga at hava hálvtíðarstarv og hava arbeiðsinntøku upp á t.d. 100.000 kr. árliga, tí ógvusliga mótrokningin í pensjónsviðbótini ger, at fólkapensjónisturin missir ein stóran part av pensjónsviðbótini (fer inntøkan upp um 61.900 kr. verður mótroknað við 60% í pensjónsviðbótini og er onki eftir av pensjónsviðbótini hjá støkum fólkapensjónisti, tá arbeiðsinntøkan er komin upp á 127.320 kr.) 
Sera ógvusligu mótrokningarreglurnar í føroysku pensjónsviðbótini uppá heili 60% og tað, at pensjónisturin missir oljuviðbótina, um inntøkan fer upp um 60.000 kr. árliga, ger at tað ikki loysir seg hjá fólkapensjónisti at hava arbeiðsinntøku, sum er millum 60.000 kr. og 127.320 kr. árliga. Hevur stakur fólkapensjónistur inntøku, sum fer uppum 60.000 kr. árliga, missir hann oljuviðbótina, sum er 7.608 kr. fyri árið 2015. 

Mist oljuviðbót, mótrokning í pensjónsviðbótini, kommunuskattur og landsskattur gera, at einans uml. 35 kr. eru eftir av hvørjum 100 kr., sum fólkapensjónistur hevur í arbeiðsinntøku ið liggur millum 61.900 kr. til 127.320 kr. um árið. At einans 35 kr. eru eftir av hvørjum hundrað krónum, ein hevur í arbeiðsinntøku, ger, at tað loysir seg ikki peningaliga at arbeiða og hava hálvtíðarstarv, um ein er fólkapensjónistur.

At peningaliga úrtøkan hjá fólkapensjónistum, sum hava vanligt hálvtíðarstarv, er sera lítil, er sera órímiligt yvir fyri teimum fólkapensjónistum, sum ynskja at arbeiða at royna at vinna sær pening at hava afturat lágu upphæddini, sum fæst í fólkapensjón og útgjaldi frá samhaldsfasta. 

Tað loysir seg fíggjarliga hjá donskum fólkapensjónistum at arbeiða
Mótrokningin í donsku fólkapensjónsviðbótini er einans 30,9% (t.v.s. at mótrokningin upp á 60% í føroysku pensjónsviðbótini er 29,1 % hægri enn tað, sum er galdandi í donsku pensjónsviðbótini). Eisini er frádráttarfría upphæddin í donsku fólkapensjónsviðbótini hægri enn hon er í føroysku fólkapensjónsviðbótini. Danska frádráttarfría upphæddin er 67.500 kr. fyri árið 2015. Og er føroyska frádráttarfría upphæddin soleiðis 5.600 kr. lægri enn samsvarandi upphædd í donsku pensjónsviðbótini. 

Mugu broyta § 19 í føroysku pensjónslógini um mótrokning – so tað fer at loysa seg at arbeiða 
Landsstýrið og løgtingið eiga beinanveg at broyta mótrokningarreglurnar í pensjónsviðbótini, soleiðis at tað eins og í Danmark fer at loysa seg hjá fólkapensjónistum at hava parttíðarstarv og t.d. arbeiða hálva tíð. 

Mótrokningin upp á 60% í § 19 í føroysku pensjónslógini eigur at verða lækkað niður á danskt støði – tvs. lækkað niður í helvt. Eisini eigur frádráttarfría upphæddin at verða hækkað upp á danskt støði – tvs. verða hækkað úr 61.900 kr. upp í 67.500 kr., so føroyskir pensjónistar kunnu vinna eins høga upphædd sum danskir pensjónistar, áðrenn mótroknað verður í fólkapensjónsviðbótini. Hetta soleiðis at tað umsíðir fer at loysa seg peningaliga at arbeiða hjá føroyskum fólkapensjónistum. 

Ingrid S. Henriksen