Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensjónirnar verða javnaðar við 1,7 prosentum

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 verða pensjónirnar javnaðar við 1,7 prosentum. Tað greiddi Annika Olsen, landsstýriskvinna, frá, tá ið hon svaraði fyrispurningi í Løgtinginum í dag.

Í dag vóru munnligir fyrispurningar á skrá í Løgtinginum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skuldi m.a. svara fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um ætlanirnar hjá samgonguni viðvíkjandi fólkapensjónum.

Í svari sínum vísti landsstýriskvinnan á, at samgongan er samd um, at á nýggjárinum skal viðbótin hjá fólkapensjónistum javnast við 1,7 prosenti. Hetta svarar á leið til lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum í 2012 og 2013 – 0,85 prosent um árið. Hetta er ein hækking í mun til 2012, tá javningin hevur verið null prosent.

Tað eru viðbøturnar til fólkapensjónistar sum hækka á nýggjárinum. Sum siðvenja hevur verið mongu seinastu árini verður skattafría grundupphæddin hjá fólkapensjónistum ikki javnað. Í krónum og oyrum er hækkingin tí ikki so stór.

Samstundis sum fólkapensjónin hækkar, hækka eisini aðrar almannaveitingar, so sum fyritíðarpensjón, barnaískoyti og sjúkradagpengar við sama prosenti.

Pensjónirnar hækkaðu í 2012

Til spurningin hví landsstýriskvinnan tók av javningina av almannaveitingum fyri í ár, svaraði Annika Olsen soleiðis:

“Fáir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum vóru tá fingnir undir land, so vit valdu at bíða við javningini og síggja tíðina an. Men tað vísti seg eisini, at skattaumleggingin hevði við sær eina lutfalsliga stóra mun í tøku inntøkuni hjá fólkapensjónistum.

Tøka inntøkan hjá einum støkum fólkapensjónisti, uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta, hækkaði við umleið 180 kr. um mánaðin í 2012 í mun til 2011. Eini hjún fingu tilsamans umleið 460 kr. meira um mánaðin í tøkari inntøku. Til samanberingar kann eg nevna, at ein eitt prosent javning fyri ein stakan pensjónist hevði merkt eina meirinntøku upp á umleið 38 kr. um mánaðin”.

Ein lutur í stóra arbeiðinum við nýggjari pensjónsskipan er, at frameftir skal javningin fylgja prístalinum og gongdini í lønarlagnum, eins og í grannalondum okkara.

Almannamálaráðið