Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pensiónsránið - Tvungna uppsparingin

Verður pensiónsætlanin hjá sitandi samgongu veruleiki, so er vælferðarsamfelagið gott á veg at fara í søguna. Frá at vit í meira enn eina hálva øld hava havt eina samhaldsfasta skipan, so er sitandi samgonga við at taka súlurnar undan hesi skipan.

Meðan arbeiðandi verkafjøldin eins okkara sjófólk, ja alt føroya fólk hava verið fevnd av okkara solidariskari skipan, íð flest øll lond hava misunna okkum, so hevur pípan fingið eitt annað ljóð undir sitand ultrahøgra samgongu. Tí nú er tað verkafólki á landið eins okkara sjómenn sum skulu spennast fyri tann longu punkteraða pensiónsuppsparisvognin.

Allar framtíðar milliardirnar við at forskatta pensionirnar skulu jú uppá ein ella annan máta fáast til vega á annan hátt. Tí fáa limir í verka og fiskimannafeløgum nú eina pensiónsskipan smoygda niður yvur høvdið, og kravið er at landskassan fyrst og fremst kannar sær 40 % við at forskatta pensiónina. Fyri at borðið veruliga skal fanga so vendist ikki aftur, tí nú er forskattingin av framtíðarpensiónum beinleiðis tvinna inn í puljuna, har kommununar fáa endurgjald fyri at yvurtaka eldraøki 01.01.2015.

Sostatt skulu limirnir í verkamanna og fiskimannafeløgunum fyrst gjalda upp til 15 % av síni løn inn í ein pensiónsgrunn. Harnæst skulu somu verkamannlimir harafturat í gjøgnum teirra pensiónsskatt eisini gjalda fyri eldraøki og fyri tey sum eru pensionistar í dag pensionistar. Hinvegin kunna høvusarkitektarnir aftanfyri pensiónsránið og tvungnu uppsparingina Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin næsta heyst seta seg afturá við eini feitari pensión uppá kr. 30.000,00 um mánaðin, so leingi sum teimun er lív lagað.

Hetta uttan at teir hava goldið eitt tað einasta prosent til sína pensión. Ja, teir hava uppá hvamsvís forhála avgerðina, at seta teirra pensiónsskipan í verk longst møguligt til teirra fyrimun. Teimum kemur sjálvsagt ikki til hugs at verkamannafjøldin ikki hevur somu fyritreytir, tá hesi bert fáa 85 % av síni løn útgoldin. Verkafjøldin ánar ikki hvat sum í framtíðini fer av til umsiting, í inflatión o. a. ikki kendar orsøkir. Men tey skula framyvur framvegis hava mat á borðið, pening til allar fastar útreiðslur, pening til barnagarðspening, og ikki minst at fáa tak yvur høvdið.

Hvør veit, kanska rentustøði á húsalánum um nøkur ár kemur ar liggja um 10-12 %. Tá eru tað kanska 60-70 eftir av % av reallønini eftir, at gjalda tvungnu uppsparingin, húsalánið, barnagarðgjald eins og aðrar neyðugar útreiðslur. Tað sigur mær so mikið, at her verða nógvar fíggjarliga sperdar barnafamiljur, fyri ikki at tala um stakir uppihaldarar ið koma at liggja eftir á. Ístaðin fyri eitt samhaldsfast samfelag, so skulu Føroyar Amerikaniserast, tí Amerika er fyrimyndin hjá sitandi samgongu.

Har er samhaldsfesti ein býur í Kina, og tí er stættarmunurin ógvusligur. Í staðin fyri eitt vælvirkandi samhaldsfast heilsuverk, har palliba og stjórnarleiðarin kunna liggja á somu stovu á sjúkrahúsinum, so er støðan sum dagur og nátt mótvegis Amerika á á heilsuøkinum. Tí har eru ta lobbyismunar sjakalar sum ígjøgnum koruptar politikkara stýra heilsuverkinum í gjøgnum tryggingarfeløgin og medicinalfyritøkurnar.

Hesar trýggjar fyritøkur eru at rokna sum ein statur í statinum, eins og tær liva av ovurstórum tryggingargjøldum frá brúkarnum av heilsuverkinum. Og avgerðandi fyri privatu íleggjarnar er at fáa so stórt fíggjarligt avkast, meðan lítið verður hugsa um sjúklingarnar. Meðan útreiðslurnar til tryggingar, medisin eins og heilsuverk eru fleirfaldaðar, so eru. lønirnar hjá verkafólkum staðneraðar Fimti hvør amerikanari ella umleið 60 milliónir hava als onga sjúkratrygging.

Orsaka av vanstýrinum og krígsgreði hjá Georgr Bush & Co frá ár 2000 til 2008, sum koyrdi Amerika út av eggini fíggjarliga, er støðan hjá amerikanska meðalklassanum so nógv versna fíggjarliga, at maður og kona hava fyri neyðuni eykastørv aftan á vanliga arbeiðstíð fyri at klára sína sjúkratrygging. Og nógv eru tey íð eru ótryggjaði sum síggja seg noyddan, at selja húsini. Hetta orsaka álvarsliga sjúka tí tey ongan møguleika hava til, at søkja sær heilsubót á privatsjúkrahúsunum, har peningur leggjast á borðið áðrenn undan eina møguligari skurðviðgerð.

Hetta er so idealsamfelagið hjá tí føroyska Fólkaflokkinum. Hetta karráði ultrahøgralið ið kallar seg ein frísinnaðan flokk, hevur saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum hava havt í skjáttini, líka síðan hon á jólun 2011 við flatskattinum sum startskotið til, at niðurlaga tað samhaldfasta vælferðarsamfelagið. Hetta samfelag ið Javnaðarflokkurin legði lunnar undir aftaná løgtingsvalið í 1958 tað eigur føroyski veljarin, at leggja sær í geyma til eitt komandi løgtingsval.

Frank Davidsen