Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Peningagreði í landsins leiðslu

HAVI ONNUR STÓRMÁL AT HUSA UM. Soleiðis svarar Løgmaður nú fjølmiðul setur honum spurningin, hví hann knappliga hevur broytt støðu viðvíkjandi lønum landsstyrismanna, tá hesir fara aftur í Løgtingi. Tað er fleiri ferðir hent , at løgtingslimur aftan at hava verið landsstyrismaður í nakrar krákumánaðar, so kann viðkomandi seta seg aftur í flógva løgtingsstólin, við tveimun lønum. Í flestu førum í eitt hálvt ár við 38.000 krónum um mánaðan. Lat tað beinanvegin verða sagt, at umboð ur øllum politisku flokkunum, hava verið untir hesa margháttligu samsyning, sum lógarheimild er fyri.

Sum løgtingsumboð meinti sitandi Løgmaður fyri nøkrun árun síðan, at tað líktist ongum, at landsstyrismenn skuldu fáa í posa og sekk. Tí setti hann saman við øðrum góðun monnum eitt lógaruppskot fram. Í millum annað, so stóð í lógaruppskotinum " Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstyrismanna ". Grundgivið var ímillum annað soleiðis. " Tí verður skotin upp tann einfalda broyting, at onnur almenn løn í sama tíðarskeiðið verður mótrokna. Hetta merkir, at bert tann hægra lønin verður útgoldin".

Ikki tí, vit hava óteljandi ferðir verið vitni til, at Løgmaður sigur eitt í dag, meðan hann snarar 180 gradir dagin eftir. Eisini hevur hann fleiri ferðir sagt beinleiðis ósatt, enntá alment. Fyrst segði hann, at hann als ikki hevði verið á einum vissun fundi. Men nakrar dagar aftaná, viðgekk hann, at tað var hann sjálvur sum hevði kalla inn til fundin. At vit hava ein Løgmann, ein stjórnarleiðari við sovorðnum peningagreði, at hann broytur meining, alt eftir um tað tænir honum sjálvum peningaliga ella ei, tað er langt úti.

Kann ikki lata verða við, at hugsa um mína støðutakan, tá eg sum valt løgtingsumboð knappliga fekk tvær lønir fluttar. Lønin sum tollari var umleið 15.000, meðan løgtingslønin var umleið 13.000 krónr minnist eg rætt. Illa við og ikki sørt skelkaður ringdi eg til Gjaldstovuna, at spyrja um tað var rætt, at eg skuldi hava tvær lønir. Svarið var, at hetta var fyrstu ferð, at nakar hevði sett teimun sovorðnan spurning.. Og tað var eingin lógaheimild í gav Gjaldstovuni rætt til at afturhalda tí einu lønina.

Eg gjørdi so av minum eintingum eina avtalu við Gjaldstovuna, har eg hvørja viku sendið eitt skjal, har eg váttaði hvussu nógvar dagar eg ikki var til arbeiðis sum tollari á flogvøllinum. Eftir hesum leisti, so trekti Gjaldstovan meg í løn teir dagarnar eg ikki var tøkur á flogvøllinum At okkara stjórnarleiðari nú sigur seg ikki hava orku til at broyta samsyning og løn landsstyrismanna, eina og aleina tí at nú koma tær mánaðarligu 28.000 krónur væntandi í hansara lumma, tað sigur nógv um hansara etik og moral.

Frank Davidsen