Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedofilar hava frítt spæl

Vit avdúka aftur eitt sera grovt barnaverndarmál, sum fosturmamma meldar inn til Barnaverndarstovuna, har smágenta  aftaná fráboðanina viðgongur yvirfyri  sálarfrøðingi, at ”slev” kom úr pissilinginum hjá babba.  Hendingin fór fram í 2008. Málið er meldað til Barnavernd og løgreglu. Løgreglan hevur nú váttað, at málið er slept, og er sostatt ongantíð kannað.

Trupulleikin við hesum málinum er, at eitt annað barn er i varðveitslu hjá somu fólkum, og at onnur vaksin, sum vara av hesi smágentuni eru stúrin um hvat annað er hent í hesum heiminum.

Vit hava valt at annonymiserað persónarnar í frágreiðingini, eisini navnið hjá sálarfrøðinginum, sum hevur gjørt frágreiðingina, sum vit hava valt at gera ein samandrátt burturúr:

Fosturmamman var við til samrøðuna, sum vardi í ein tíma. Orsøkin til samrøðuna við barnið var, at Tórshavnar Barnaverndartænasta hevur fingið eina fráboðan frá fosturmammuni um, at gentan hevur sagt: ”Pápi mín er vemmiligur, hann koyrir slev úr pissilinginum á meg”.  Fosturmamman spyr síðani, hvar, og smágentan  peikaði á hondina og segði: ”har”. Fosturmamman gjørdist illa við, og spurdi uppaftur og gentan endurtók tað, hon hevði sagt.

Endamálið við samrøðuni var at fáa greiðu á, um neyðugt er at fráboða løgregluni, sigur sálarfrøðingurin, sum kannar barnið.

Smágentan situr við køksborðið og teknar og klippir tá eg komið á vitjan. Fosturmamman og gentan eru einsamallar inni. Eg heilsi uppá smágentuna. Spyrji hvussu hon eitur og hvat hon teknar. Gentan vísir mær tekningina og sigur, at hatta er omma og, at omman er fín tí hon skal giftast. Eg leggi til merkis, at barnið í mun til aldurin dugur væl at málbera seg, tó skilji eg ikki alt, sum hon sigur beinanvegin. Gentan er prátingarsom og varin mótvegis mær. Fyri at gentan skal føla seg trygga og fyri at tryggja, at eg skilji alt, sum hon sigur avgeri eg, at fosturmamman skal vera til staðar, meðan eg tosi við barnið, men hon má ikki blanda seg uppí samrøðuna.

Meðan eg práti við gentuna, tekna vit. Eg spyrji hana, um hon kann hjálpa mær at tekna eina konu. Barnið  játtar. Eg tekni og gentan hjálpir mær. Hon peikar har eyguni, oyruni  og hárið skal vera. Barnið sigur: (”mamma”).

Síðani tekni eg ein mann. Eisini her hjálpir gentan mær at tekna. Hon peikar har eyguni, oyruni og hárið skal vera. Eg velji at tekna mannin naknan. Tá eg havi teknað pissulingin, sigur barnið, at hann manglar hár og eg tekni síðani hár rundan um pissulingin. Gentan peikar á bringuna og sigur: ”hár skal eisini har”. Eg spyrji hvussu maðurin eitur og gentan svarar: navnið  av pápanum.

Tað bankar uppá hurðina; fosturmammu fer út í gangin, og eg eri einsamøll við barninum. Eg spyrji gentuna, um hon minnist hvat hon fortaldi fosturmammuni, um pissilingin og barnið sigur “slev kom úr pissulinginum”. Fosturmamman kemur innaftur, og eg endurtaki tað, sum barnið hevur sagt og eg spyrji gentuna, hvør eigur pissilingin, sum slev kom úr. smágentan svarar: “pápin” og so sigur hon “slev kom á hondina og eg koyrdi tað á undirtroyggjuna hjá babba”. Eg spyrji hvar tey vóru stødd tá. Gentan svarar ikki upp á spurningin og byrjar at tosa um okkurt annað. Eg spyrji einaferð aftrat, og tá hoyri eg hana siga: “tað var bara einaferð”; eg endurtaki og sigi “tað var bara einaferð”? Fosturmamman rættar meg og sigur, “eg havi sagt tað einaferð”.

Eg tosi við (navn) um, at tá fólk eru nakin er tað oftast tá tey skulu í bað. Eg biði gentuna hjálpa mær at tekna eitt baðirúm. Gentan hjálpir mær at tekna hvar wc og baðikar skulu standa. Smágentan vil hava meg at tekna pápa sín. Tá ið eg havi tekna pápa hennara, er hon ikki nøgd, og sigur “eg skal tekna pissilingin stóran”.

Eg spyrji gentuna hvar hon var tá slev kom úr pissilinginum hjá pápanum. Smágentan svarar ikki mínum spurningi, og byrjar at tosa um okkurt annað.

Síðani vísi eg gentuni eina mynd av einum hundi og einum hundahvølpi, sum eru inni í einum baðirúmi. Tá ið børn síggja hesa mynd fortelja tey ofta søgur, sum hava nakað við wc-venjing ella masturbatión at gera. Smágentan fortelur eina søgu um, at mamman hjálpir hundahvølpinum á wc´ið.

Dóttir fosturmammuna kemur úr skúlanum, og barnið fer við henni í eitt annað rúm at hyggja í sjónvarp. Ímeðan tosi eg við fosturmammuna. Hon fortelur, at í síðstu viku tá hon vaskaði gentuni í neðra, hevði gentan sagt við hana, at ein drongur í barnagarðinum og babba hava koyrt pissilingin á krille hjá sær”. Fosturmamman gerst illa við og spyr uppaftur, og gentan endurtekur setningin.

Fosturmamman fortelur frá mammu gentuni, at einaferð tá pápin hevði havt gentuna var blóð í undirbuksunum tá hann kom aftur við henni. Mamman hevði undrast, og pápin, greiddi frá, at gentan hevði klóra seg.

Fosturmamman greiðir frá, at tey ikki spyrja gentuna um spurningar hesum viðvíkjandi, men at gentan av og á sigur okkurt, sum skelkar tey, og tá spyr hon inn til tað, sum gentan sigur.

Eftir eina løtu kemur smágentan inn aftur í køkin. Eg spyrji inn til drongin í barnagarðinum. Gentan svarar at drongurin koyrir pissilingin á krille hjá sær. Eg spyrji um nakar annar hevur koyrt pissilingin á krille hjá henni, gentan svarar ikki, og eg endurtaki síðani spurningin, og nú svarar hon “babba”.

Mín niðurstøða er, at tað er umráðandi at hava fleiri samrøður, eygleiðingar og kanningar av barninum umframt samrøður við tey, sum dagliga eru um hana. Uppgávan at meta um hvørt nakar hevur gjørt seg kynsliga inn á gentuna er tó ein kanning, sum løgreglan eigur at gera. Við støði í omanfyri nevndu frágreiðing meti eg, at málið eigur at verða meldað til løgregluna, sum so má gera eina niðurstøðu um álvaran í tí, sum barnið hevur greitt frá og hvørt løgreglan vil kanna málið nærri. Eg meti somuleiðis ikki, at Barnaverndartænastan ella eg eiga at gera meira í málinum fyrr enn greiða er fingin á, um løgreglan vil gera nakað við málið, staðfestir sálarfrøðingurin, at enda.

Sum lýst omanfyri, valdi løgreglan onki at gera við hetta mál, og ørkimlar almikið onnur sum vara av øðrum barni í sama umhvørvinum.

Pedofilarnir sýnast hava frítt spæl í Føroyum.