Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedagogverkfallið

Kunningarskriv og áheitan á borgarstjórar um fund um verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag.

Viðheft er skriv til borgarstjórar/kommunur, sum hava dagstovnar.

Ætlanin við skrivinum er at samla allar borgarstjórar í landinum, fyri at kunna teir um gongdina í samráðingunum við Pedagogfelagið - og um verkfallið við serligum atliti til fyrireikingartíðina á kommunalu dagstovnunum.

------------
Sum kunnugt fór Føroya Pedagogfelag í verkfall tann 31. januar 2012. Eitt av serkrøvum teirra er meira fyrireikingartíð.

Pedagogfelagið hevur sett KAF eitt ófrávíkiligt krav um, at áseting skal gerast í sáttmálan um, at hvørt einstakt starvsfólk á einum dagstovni skal hava eina starvsskipan/ársverk at staðfesta/áseta, hvussu nógva tíð starvsfólk skulu hava at fyrireika arbeiðsuppgávur. Harumframt krevur Pedagogfelagið, at allir pedagogar og hjálparfólk við pedagogiskari ábyrgd skulu hava í minsta lagi 2 tímar um vikuna at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Fyri nøkrum døgum síðani gjørdi KAF samráðingarroynd at loysa henda partin við serstakari og víðgongdari avtalu við Pedagogfelagið (sí fakta niðanfyri). Í avtaluuppskotinum bjóðaði KAF at tryggja øllum starvsfólkum á økinum neyðuga fyreikingartíð til arbeiðið, men undir teirri avgerandi fortreyt, at tað er leiðslan, sum skipar hetta í praksis, og tí ikki sáttmálin.

Sagt við øðrum orðum, so er tað leiðslan, sum skal skipa fyrireikingararbeiðið á stovninum, ikki einstaka starvsfólkið. Og hetta er nú veruligi kjarnin í verkfallinum.

Av tí at viðurskiftini á dagstovnaøkinum kring landið eru ymisk, bjóðaði KAF eisini at seta arbeiðsbólk saman við Pedagogfelagnum at lýsa, hvussu fyrireikingartíðin í dag er skipað. Í hesum liggur eisini møguleikin at finna fram ein felags leist fyri fyrireikingartíðina frameftir.

Pedagogfelagið metti tíverri ikki, at avtalan varð nóg ítøkilig og framsøkin, og egnað at betra um fakligu arbeiðsumstøðurnar hjá okkara starvsfólkum. Tí er framvegis verkfall.

Umframt hesa avtaluna hevur KAF boðað Pedagogfelagnum frá, at KAF fer at viðgera øll viðurskifti um fyrireikingartíð saman við kommununum. Pedagogfelagið hevur eisini fingið í boði at vera við og greiða kommununum frá sínum sjónarmiðum.

Sum fyrsta stig hevur KAF avgjørt at kalla borgarstjórarnar fyri allar kommunurnar á fund um fyrireikingartíð á dagstovnaøkinum. Fundurin verður á Hotel Føroyum mikudagin 29. februar 2012 kl. 14.00 til 16.00 (sí skrá niðanfyri).

Tórshavn 20. februar 2012

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

 

Fakta: Niðanfyri standandi uppskot til avtalu varð handað Pedagogfelagnum 13. februar 2012.

Avtala millum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag

um viðurskifti á dagstovnaøkinum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag eru samd um at lýsa viðurskiftini viðvíkjandi fyrireikingartíð á kommunalum dagstovnum

Leiðsla og tíð til fyrireiking

- Kommunan er ovasta leiðsla á dagstovnaøkinum

- Kommunan setur í starv leiðara, sum í øllum viðurskiftum vísir til og hevur ábyrgd mótvegis kommununi

- Leiðarin hevur innan givnar karmar ábyrgdina av at leggja arbeiðið til rættis á kommunala dagstovninum, harundir at gera av, hvussu nógva tíð starvsfólk skulu hava til at fyrireika arbeiðsuppgávur, og hvussu nógva tíð pedagogar skulu hava til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið

Arbeiðsbólkur

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag seta arbeiðsbólk, sum skal lýsa, hvussu viðurskiftini viðvíkjandi fyrireikingartíðini á dagstovnaøkinum er skipað

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 13. februar 2012

Heðin Mortensen, formaður

 

Skráin fyri fundin 29. februar 2012 við kommunurnar

1. KAF greiðir frá samráðingunum higartil

2. KAF útgreinar spurningin um fyrireikingartíð

3. Umrøða og nærri lýsing av fyrireikingartíð

a) Leiðslurætturin og sáttmálin

b) Skipan av fyrireikingartíð í ymsu kommununum í dag

c) Tryggja nøktandi fyrireikingartíð til allar neyðugar uppgávur á dagstovnaøkinum frameftir

d) Setan av arbeiðsbólki saman við Pedagogfelagnum