Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størsta fundarhølið á Hotel Føroyum var stúgvandi fult, og fólk sat eisini í forhølinum – Vaglinum – tá Føroya Pedagogfelag í dag hevði sín aðalfund á Hotel Føroyum. Umleið 500 fólk tóku lut í aðalfundinum

Pedagogfelagið nýggjan formann

Við einum teprum sigri koppaði Jógvan Philbrow í dag Maud Wang Hansen í dystinum um formanssessin í Føroya Pedagogfelag. Hetta hendi á aðalfundinum hjá felagnum á Hotel Føroyum, og eisini í nevndini varð stór útskifting. 

Við 265 atkvøðum ímóti 249 vann Jógvan Philbrow í dag formanssessin í Føroya Pedagogfelag frá Maud Wang Hansen, sum hevur verið forkvinna í felagnum seinastu fimm árini. Fýra atkvøður vóru blankar.

Eisini í sjálvari nevndini var stór útskifting. Bjarni Beder, sum hevur sitið í nevndini í eitt ár, tók ikki við afturvali, og Marjun E. Petersen vantaði átta atkvøður í at verða afturvald. Marjun E. Petersen varð valdur tiltakslimur á aðalfundinum í fjør og fekk sæti í nevndini, tá Jógvan Philbrow – ið nú varð valdur til formann – fór úr nevndini í august í fjør.

Nýggj í nevndini eru Nikkil Heinesen, námsfrøðingur, og Gitta av Kák, námsfrøðingur. Irdi Lið Gaardlykke, hjálparfólk, stóð eisini fyri afturvali og varð afturvald.

Nýggir tiltakslimir í Pedagogfelagnum eru Sabina Poulsen, námsfrøðingur, fyrstvald, Barbara Mouritsen, hjálparfólk, næstvald, og Katrin Haraldsen, námsfrøðingur, triðvald.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundinum í næstum.