Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedagogfelagið nýggja heimasíðu

Føroya Pedagogfelag hevur nú dagført og nútímansgjørt heimasíðu felagsins, so hon er vorðin meira innbjóðandi at vitja bæði hjá limum og lesarum annars.

Men ein vakrari innpakningur og fleiri tøkniligar finessur gera ongi avrik einsamøll, og tí fer sjálvt innihaldið eisini fram eftir hava meira vit og bit. Tað verður meira fjøltáttað enn áður og við fleiri journalistiskum greinum um fakfelagslig og pedagogfaklig evni, sum, ynskja og vóna vit, í størri mun enn higartil fara at elva til kjak bæði millum limir felagsins og føroyingar annars.

Ætlanin er eisini, at tíðindaparturin á heimasíðuni so væl sum gjørligt skal fylla út tað tóma rúmið, sum avgjørt verður – í øllum førum ta fyrstu tíðina – nú felagið hevur gjørt av at minka munandi um blaðvirksemið. Tí verða eisini reportasjur og yvirhøvur fleiri myndir at síggja á nýggju heimasíðuni, tá tíðindaparturin eftir eina innkoyringartíð fer at koma í eina meira fasta og støðuga legu.

Sjálvsagt hevur nýggja heimasíðan eisini alt tað kunnandi tilfarið, sum hevur við sjálvt fakfelagið og limaskapin at gera, og sum gamla heimasíðan eisini hevði.

Tað er Jógvan Olsen frá Atlantic Video, sum hevur sniðgivið nýggju heimasíðuna.

Miðlar er vælkomnir at endurgeva heilar greinar ella brot úr greinum av heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag, tó við tí treyt, at heimasíðan tá týðuliga verður upplýst sum kelda.

Heimasíðan hjá Føroya Pedagogfelag eitur www.pedagogfelag.fo

Við vón um góða móttøku av okkara nýggja miðli.

Vegna Føroya Pedagogfelag

Maud Wang Hansen

forkvinna