Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedagogarnir gjørdu upplegg til arbeiðsgevarnar

Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hittust til fundar fríggjadagin kl 11 á Ráðhúsinum í Havn. Ongin av pørtunum kallaði hetta ”samráðingar”, heldur var hetta ein hugnaligur kunningarfundur millum partarnar.

Fundurin varð liðugur fyri middag. Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsti, at talan var um ein góðan, konstruktivan og hugnaligan fund, har tosað varð um gongdina seinastu dagarnar. Avgjørt varð, at Pedagogfelagið skuldi gera eitt upplegg til partarnar, og tá tað er gjørt, verður fundur aftur.

Onki varð tosað um at boðsenda semingsstovninum av nyggjum.

Kelda: www.torshavn.fo