Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg havi roynt við bæði konto og bara við vanligum korti. Tað riggar væl at keypa við konto, men tað riggar slett ikki beinleiðis við korti.

PayPal og tekniskir trupulleikar við heimasíðuni

Vit skulu gera vart við, at vit hava havt ávísar trupulleikar við heimasíðuni, sum sýnast at vera av tekniskum slagi. Vit fara at heita á tey, sum til fánýtis royna at gera viðmerkingar til tilfar á síðuni, um at venda sær til redaktiónina og upplýsa um hetta. Vit hava annars fingið at vita, at teir trupulleikarnir, sum hava verið við hesum eru rættaðir.

PayPal skipanin riggar illa ella als ikki

Nakað annað, sum fleiri hava gjørt vart við er, at tað riggar illa – ella als ikki, at keypa blaðið á netinum, tó at roynt hevur verið fleiri ferðir.

Eisini hava fólk roynt at keypt blaðið aftaná at hava stovnað eina sokallaða PayPal konto uttan úrslit.

Í fleiri førum vísir skipanin til, at gjaldskortið kann ikki nýtast, og biður um annað gjaldskort/hevikort.

Vit hava eisini fingið upplýsingar um, at fólk, sum hava eitt debet-visakort, sum hevur loft, kann ikki brúkast at keypa við, so trupulleikin er samanlagt ikki so einfaldur.

Vit hava biðið Knassar um at kanna allar hesar umstøður, og vit lova at siga frá, tá skipanin aftur riggar.

Nú er PayPal-skipanin roynd við bæði konto, og bara við vanligum korti. Tað riggaði væl við konto-keypinum, men tað riggaði als ikki beinleiðis við korti. Hetta verður nú kannað.

Vinarliga

Oyggjatíðindi

oyggjat@olivant.fo