Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Páskirnar

Í sambandi við páskirnar eru nakrir lógarásettir og sáttmálaásettir frídagar.

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.

Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

· Føroya Arbeiðarafelag

· Havnar Arbeiðsmannafelag

· Havnar Arbeiðskvinnufelag

· Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,

· Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,

· S&K

Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

· Felagið av Grækarismessu (Flogmekanikarar)

· YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)

· Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)

· Føroya Handverkarafelag

· Landsfelag Handverkaranna

Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingið halgan varðar.