Partur av húsunum vaskaður av einslistum
Restin var sum bumbað.
Morðgátan: Í samband við, at Piddi bleiv burtur, og at ein 32 ára gamal Serbi fyribils er varðhaldsfongslaður í fjúrtan dagar, illtonktur fyri at hava beint fyri manninum, er ymiskt komið fram, sum bæði undrar, men eisini skelkar.
Løgreglan hevur verið úti og sagt, at tað er staðfest, at bardagi hevur verið inni í húsinum hjá Pidda, og tað er serliga í sovikamarinum hesin bardagin er staðfestur.
Nú siga aðrar álítandi keldur, at onnur rúm í húsinum eru nývaskaði, og tað hevur skapt serligan tekniskan áhuga. Líka mikið hvussu væl vaskað verður, so er blóð ikki til at vaska burtur, sjálvt um tað ikki sást við berum eygum. Danska løgreglan hevur tól, ið kann spora blóð undir serligum umstøðum, t.d. við at nýta violet ljós.
Tað er ikki váttað um teknisk blóðspor eru funnin í reinu hølunum, men við vissu kunnu vit so siga, at tað var heldur ikki nøkur orsøk at drepa mannin fyri at fáa hann út. Konan og Piddi vóru skild, og avtalan var, at Piddi skuldi út, so hetta motiv hongur illa saman uttan so, at Piddi er dripin av persónui, sum er býttari enn ”politiet tillader…..”
Bara í Oyggjatíðindum.
Greinarnar kunnu keypast við VISA-kortið fyri kr. 7,50.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:
Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og f´+aa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu.