Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Partalagsyvirlýsing millum Føroya og USA

Hósdagin hin 12. november undirritaðu Føroya og Sambandsríkið Amerika partalagsyvirlýsing.

Partalagsyvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm, til tess at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving.

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri USA undirritaði Michael J. Murphy, varauttanríkisundirráðharri. Undirritanin fór fram í Norðurlandahúsinum.

Sí: Partalagsyvirlýsing Føroya og Sambandsríkisins Amerika millum um økt samstarv.

- Á føroyskum

- Á enskum