Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Partalagsavtala undirskrivað um Skúlan á Fløtum

- Ein hin størsti dagurin hjá kommununi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá partalagsavtala um bygging av Skúlanum á Fløtum varð undirskrivað á ráðhúsinum í morgun.

Hin 27. oktober 2016 samtykti Tórshavnar býráð einmælt at fara víðari í partalag við Samtakið Articon – Búsetur Í/F, ið var lægsti tilboðsgevi í lisitatiónini 20. oktober 2016 um skúlabyggingina úti á Fløtum.

Partalagið fevnir um Tórshavnar kommunu, ráðgevarasamtakið Eind Í/F og Samtakið Articon–Búsetur Í/F við undirarbeiðstakarum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install.

Farið verður nú undir sonevndu fasu 1, har verkætlanin verður gjøgnumgingin og endaligi byggikostnaðurin ásettur. Ætlandi verður farið víðari í fasu 2 og arbeiðstøkusáttmála í fyrsta ársfjórðingi 2017.

Eisini Helena Dam á Neystanbø fegnaðist um avtaluna. - Hetta er arbeiðið, sum býráðið og fyrisitingin hava lagt stóra orku í. Vit tryggja 850 næmingum ein framtíðartryggjaðan skúla og býnum eina nýggja ítróttahøll, segði forkvinnan í mentamálanevndini millum annað.