Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Parlamentariskur sinadráttur

Tórbjørn Jacobsen:

Hann stingur leggirnar undan rekkjuváðini, út um stokkin á lokrekkjuni, rembir sær og ruggar hóvliga við yvirkroppinum kínandi knøini við stríðsfúsu lógvunum, ímeðan restirnar av tunga náttarsvøvninum mjúkliga guva burtur úr knokkinum. Eftir eina breyðflís við putursukri og nakrar súrligar skeiðir av jogurt, snøggar hann sær Lenin-moustach´ina við skúmi og knívi og pussar skallan við rútapussi frá Ajax. Kimiliga letur hann smidligu fingrarnar taka habittin av akslatrænum. Hvíta skjúrtan er strokin av einslistum, serliga flippurnar, og fyri at onki skal koma óvart á hann, sum dagurin fer at líða, knýtir hann dupultan slipsaknút undir øsini, innanvert barkakýlið. Hann skelvir ikki á hondunum, maðurin er avkláraður, um ein tíma fer hann at gera bart, fer at gera eksistentiella vambakastið, at taka parlamentarismuni valdið aftur frá landsstýri og øðrum uttantings áhugamálum.

Í bivreiðuni, akandi norður til smoguna ímillum Lokka- og Lítlafelli, og haðani suður í lógarsmiðjuna á Vaglinum, bráðpannan, har sjónarmiðini bresta saman, fyri síðani at verða kókað niður í tað frægasta fyri fólkið, ið hevur valt tey 33, sum manna Føroya Løgting, brettist ryggurin alt meira afturav, nakkin tekur nú í nakkapúturnar, her er ongin ivi longur, burturav fleiri hundrað túsund tonsum av uppsjóvarfiski, makreli og sild, skal ein partur seljast á uppboðssølu, fyri at fólkið um ikki annað kann fáa ein bita burturav sínum egnu ognum.

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum hevur jú tikið eina prinsippiella støðu til málið, og táið hann kvøldið fyri ringdi til tingmenn úr øðrum flokkum og spurdi teir, hvussu teimum dámdi nevndarálitið hann las upp fyri teimum ígjøgnum máltráðin, og allir mundu svímað av positiviteti, tá var ryggdekningurin í lagi. Her var ongin ivi, í minsta lagi 20 túsund tons av makreli og 10 túsund tons av sild skuldu seljast á einum marknaði í summar. Hann heldur kortunum tætt at kroppinum, táið tingfundurin byrjar, ongin orsøk er til at kveikja ávaringarlampurnar hjá útinnandi valdinum og serstakliga ikki hjá apologetum kapitalsins heldur enn fólksins, fólkafloksmonnunum, nú kvettið til frama fyri fólksins áhugamál skal fremjast. Miðvikudagur er og 8. mai.

Dagin fyri valdi hann at fella uppskot um hetta sama, framlagt av Pálli á Reynatúgvu og Akseli Vilhelmssyni, tað ræður um at vera snildari enn onkur annar, taktikkur skal til í hesum fora, sum rýkur reyst av intelligensi, men í dag skuldi annar lútur brúkast: Revolutionera broyting hansara um uppboðssølu, í mun til uppskotið um býti av makreli og sild hjá danska politistinum av Økrum, fór at vera lagt fram um einar tveir tímar. Spenningurin økist, tað sum fleiri enn ein vita um í Føroyum, tað eru øll vitandi um eftir lítlari løtu, ella sum Astrup skuldi taka til á sinni, confidentiellu avgerðirnar tiknar á landsstýrisfundi ein fyrrapart, tað tosa bumsarnir um í Steinatúni á miðdegi. Gjarðarnar hildu ikki bøkingini, tað lak út ímillum rivjabeinini, tutlið hvestist ímillum tey, ið eitast skulu vera fólksins umboðandi vald, - og nú gjørdu korridorkóvboyararnir sína entré. Hetta hoyra vit meira um seinri.

Tríbýtta valdið hjá Montesquieu frá fyrra helmingi av 17 hundrað talinum, kemur upp í sjóvarmálan viðhvørt, serliga millum politikarar og fólk sum hava serligan áhuga fyri samfelagnum. Sum flest øll vita, snýr tað seg um skákingina ímillum vøldini, - hitt lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Ein skylda hjá teimum fólkavaldu er at tryggja, at lóggevandi valdið ikki smokkar niðurímillum, - at javnvágirnar ikki skeiklast. Statsliga dereguleringin hesi seinastu árini í vesturheiminum hevur gjørt tað meiri ásýniligt, at ástøðin hjá fraklendinginum ikki er tøtt longur. Eitt vald, sum hevur vaksið seg alt størri í mong ár, er peningavaldið, og sjónligt er, at hendan kynsleysa megin fer ígjøgnum rimarnar allar staðir, um hon ikki fer ígjøgnum heilt. Tað man fíggjar- og búskaparkreppan í 2008 vera mesta ábendingin um. Politikararnir hava deregulerað, ímeðan kapitalurin sníkjandi setir seg á tað, sum er eftir av politisku skipanini. Eisini á tey, sum fólkið helt seg hava valt til at tæna sínum áhugamálum.

Íslendski rithøvundurin Hallgrímur Helgason, í uppskoti til Norðurlendsku bókmenta-virðislønina í ár, skrivaði nú um dagarnar eina grein um viðurskiftini hjá grannum okkara í útnorði, - hann sigur soleiðis frá: “Vit royna at skipa eina nýggja grundlóg, nýggjar skipanir til hetta vitleysa landið, eftir at skipanin fullkomuliga stakk sundur í 2008. Men eftir ein tjóðfund, tvær fólkaatkvøður, eina grundlógarnevnd og øgiligt orðaskifti í samfull tvey ár í okkara guðsjammurliga Altingi, er andstøðan andvegis hesum framhaldandi rættiliga sterk. Serligu áhugamálini eiga sínar egnu tingmenn, ið eru sponsoreraðir úr høvdi í reyv, og sum verja hesi serligu áhugamál við hond og fót (oftast snýr tað seg um monopolstøðuna í fiskivinnuni), og teir fara ongantíð at taka undir við eini grundlóg, sum er skrivað av fólkinum til fólkið. Teir vilja hava eina grundlóg, sum er skrivað av løgfrøðingum til aðrar løgfrøðingar (teirra egnu løgfrøðingar).”

Tað kann nú vera, at vit áttu at farið undir eitt orðaskifti um hetta sama, undir yvirskriftini: Hvør ræður í Føroyum? Ivaleyst eru hugsanirnar mangar um hetta, men alt bendir á, at støðan er lítið mætari her í landinum enn eitt nú í Íslandi. Demokratiið søkkur, - ella er tað onkursvegna neyðtikið av serligum áhugamálum. Og viljaleysir lata politikarar seg tøla av einum alt meira miðsavnaðum valdi, peningavaldi, ið liggur uttanfyri tað, sum vit vanliga hava fatað sum part av demokratisku skipanini. Í gomlu valskipanini við sjey valdømum skákaðu sýslurnar á leið hvørja aðra í býtinum av samfelagsins virðum, og kanska var tað truplari hjá øðrum áhugamálum enn fólksins at hava takholt á eini skipan, sum hetta sama fólk eigur, ella burdi átt.

Vit hava ikki eftirmett broytingina til eitt valdømi, men okkurt bendir á, at politikararnir eru vorðnir veikari í kongunum mótvegis máttmikla peningavaldinum. Onkrir teirra liggja flatir fyri hesum sama valdi. Upphæddirnar til politiska upplýsing á løgtingsfíggjarlógini eru tilvitað niðurlaðaðar, og tá gerst sponsoreringin frá kapitalinum serliga lokkandi, og plakatskógirnar hjá onkrum ella summum, í fleiri hundraðtúsund króna klassanum, sum komu brestandi inn á ting í 2011, harímillum radikalir sjálvstýrandi formansaspirantar, man vera besta áminningin um, at fleiri tingmenn og landsstýrismenn, sum nú sita í fólksins sessum, verða gøllhildin í náðini frá sponsorunum, sum sjálvandi krevja, at goldið verður aftur við kassa 1, táið virðini hjá fólkinum skulu býtast út. Uppsjóvarmálið, har ein landsstýrismaður einsamallur ætlaði og slapp at býta virðir út fyri 1,5 – 2 milliardir krónur í rávøruvirði, man vera besta dømið um, at føroyskt fólkaræði við miklari ferð er ávegis út av eggini.

Dagurin er aftur 8. mai. Vit eru stødd í parlamentarisku smiðjuni hjá Føroya fólki. Á Vaglinum. Tinghúsvegi no. 1. Bragdligi tingmaðurin, sum fattur og stimaligur ætlar at kuppa eina tilfeingisbúð ígjøgnum og umvegis uppskotið (tingmál no. 150/2012), sum fiskivinnukapitalurin uttan iva hevur hjálpt Vestergaard við at leggja leistin fyri, fær verri og verri dæmi. Onkur heldur seg síggja gásarholdið spretta, og sveittadropar krúpa fram um ennið. Álitið, sum hann hevði lisið upp fyri fleiri tingmonnum kvøldið fyri, var latið Løgtingsskrivstovuni umvegis teldupost, beint fyri at hann spákaði sær oman ímillum hjallin og sethúsini. Nú skuldi lið setast á miðaldarstøðuna og feudala maskinaríið í fiskivinnuni, liberalisma og marknaðarmekanismur skuldu við eini hóvligari byrjan fáast innaftur í fiskivinnupoltikkin. Við fimtan ára parlamentariskum royndum í kjalarslóðini, var fótafestið trygt í systeminum, hann var jú ein av teimum tungu dreingjunum.

Brádliga brestur glarhurðin upp innar í tingsalin. Tutlið og kákanin í salinum eru farin allan vegin loftvegis út á Tinganeshelluna. Sum Nornagestur við Risanum á Leittrabergi í hølunum, ein norðurlendskur pendantur til teir báðar Sancho Panza og Don Quijote, koma løgmaður og Jørgen Niclasen við sjógv á baki fram á næstfremsta bonk, avdúkingin er veruleiki, tingmaðurin fær greiðu boðini, at annaðhvørt verður hann “politiskt avrættaður á fólkaflokspelotongini”, alternativt fær hann høvi til uttan uttanumtos at angra sínar ræðuligu misgerðir. Sambandsbonkurin tømist, eyguni trilla runt í knokkinum á tí formastiliga, og kroppurin er kropnaður munandi síðani ferðina við bivreiðuni ímorgun, tá hann knæsettur ætlaði at gera seg inn á serligu ágóðarnar hjá seráhugamálunum, - í grellari andsøgn til tað sum Fólkaflokkurin vil og ynskir.

Løgmaður og Jørgen Niclasen marsjera skrátryggir ígjøgnum foyerin og haðani ígjøgnum kantinuna, teir hyggja hvørki til høgru ella vinstru. Tingmaðurin, og síðani restin av tingmanning Sambandsfloksins, verða drigin inn í fólkafloksrúmið í tinghúsinum, og nú byrjar spankingin. Rumsterilsið er øgiligt, hvøll ljóð geisla út í kringumstøðurnar, og ongin ivi er um, at løgmaður gevur tingmanning síni turt uppá, annaðhvørt reka teir treytaleysan fólkaflokspolitikk ella er alternativið, at Fólkaflokkurin tekur aftur stuðulin til hansara sum løgmaður Føroya. Radikala sjálvstýrarahirðin letur seg ikki strúka, mest av øllum líkist hon uppblástum og grimdarhugaðum dovragubbum, teir pumpa yvirarmarnar upp, nú teir við einum kjøtmúri, ein fyri allar og allir fyri ein, hava sligið ring um megineltibløðruna par excellence. Kaj Leo Holm Johannessen. Tað nyttar lítið at vera vemmiliga fittur við hesar fýrarnar, foyrurnar eru sum gjáir í pannuni á Jørgen, hann sær øgiligur út, og nakkin á Vestergaard er so stívur sum fjøðurin á einum gomlum Bedford lastvogni. Hetta snýr seg altso ikki um politikk, tíansheldur um skeivt býti av dýrum samfelagsvirðum, - hetta snýr seg eittans um ófatiligu forfeingiligheitina hjá einum einasta manni. Kosta hvat tað kosta vil.

Krúpandi, sum flongdir hundar, koma øll tey forsmáddu lavandi, risthent og við skelvandi knøum, um gáttina úr fólkafloksklivanum, og løtu seinri er alt so sára greitt, frumskjal Fólkafloksins var nú aftur fiskvinnupolitiska kreddan, álitið í tingmáli no. 150/2012 verður nakað seinkað lagt á tingborð við hesi meirilutatilráðing: Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Kristianna Winther Poulsen og Janus Rein) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Uppskotið hjá landsstýrismanninum Jacob Vestergaard. Treytaleyst. Alternativa álitið, sum landsins størsti flokkur var samdur um kvøldið fyri, og sum hevði akað í bivreið einar áttati kilometrar ímorgun, varð nú lagt niður í makuleringsmaskinuna í vinnunevndarrúminum.

Stimaligi og bræsni tingmaðurin, ið treystliga stakk leggirnar undan rekkjuváðini ímorgun, og av lokrekkjuni syfti teir fram á gólv, hevði nú fingið sinadrátt í báðar leggir. Politiskan varandi sinadrátt. Tað hevði parlamentarisman eisini fingið, nú fiskivinnukapitalurin, sum stýrir Fólkalflokkinum, aftur einaferð hevði fingið bilbukt við Sambandsflokkinum, við góðari hjálp frá tí, sum skal eitast at vera politiski oddviti landsins. Ein av frægastu høvundum okkara segði einaferð um Sambandsflokkin, at hann var “den politiske umoral sat i system.”

Allar byltingar vega ella ríða á eini knívsegg. Tað kann fara báðar vegir. Í hesum førinum bleiv kvettið ímóti stórkapitalinum eitt kvett ímóti fólkinum ístaðin. Sama fólkið, sum helt seg eiga tey 33 umboðini, ið manna tað, sum einaferð varð hildið at vera mest tignarliga forum landsins. Við hesum er staðfest, at føroysk parlamentarisma er steindeyð, onnur vøld enn tey, sum Montesquieu nágreinaði, stjórna nú Føroyum.

Vælgagnist !