Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Parkering og fígging av parkeringsplássum

Sera margháttlig viðgerð av ferðslulógini í tinginum henda dagin, sum endaði við bara at snúgva seg um parkeringsviðurskifti og -bøtur í høvuðsstaðnum.

Parkeringsgjaldið er umfatað av ferðslulógini, sum løgtingið regulerar. Avgjaldið fyri ólógliga parkering er tí til viðgerðar í løgtinginum, ikki í Tórshavnar býráð. Fútin umsitur skipanina, tí fútin er tann einasti, sum hevur heimild at krevja inn bøtur. Skipanin er soleiðis, at tá umsiting og lønir eru goldnar, fær Tórshavnar kommuna møguliga avlopið av p-gjøldunum - men er hall, má kommunan gjalda hallið.

Nú fleiri tingmenn alment hava úttalað seg um støddina á avgjaldinum fyri ólógliga parkering, so er best at fáa nøkur fakta uppá pláss. Tórshavnar kommuna hevur í mong ár roynt at finna eina loysn á parkeringsviðurskiftunum. Í mong ár hava vit biðið um heimild til at taka eitt lítið parkeringsgjald, so vit høvdu kunnað gjørt ein grunn, sum fíggjaði keyp og bygging av parkeringshúsum/økjum í býnum.

Landsmyndugleikarnir hava sovið á hesum máli í áravís, so heilt uttan skuld eru teir ikki. Landið fær eisini allan vegskattin, og tað er heilt greitt, at Tórshavnar kommuna ikki kann gera risastórar íløgur í parkeringsøki og -hús til fólk úr øllum landinum, ið koma aðrastaðnis til Havnar í arbeiðsørindum ella øðrum ørindum. Sum er hava vit eisini stórar útreiðslur av stóra slitinum av píkadekkum.

Vit liggja tó ikki á løtu síðuni. Ein umskipan av øllum parkeringsøkjunum í býnum er í gongd, og partur av stóru arkitektakappingini fyri miðbýin umfatar uppskot um bæði parkeringspláss, parkeringskjallarar og parkeringshús.

Tað var longu í 2001, at vit settu ein bólk undir teknisku nevnd at gera uppskot til at orða kommunala ferðslupolitikkin. Álitið kom árið eftir og longu tá varð skotið upp, at áleggja gjald fyri parkering í miðbýnum. Men vit bíða framvegis eftir heimildini frá landsmyndugleikunum.

Óivað kundi allur trupulleikin viðvíkjandi fígging verðið loystur innan rímiliga tíð, um landsmyndugleikarnir góvu loyvi til eina parkeringsgjaldsskipan í býnum.

Heðin Mortensen

borgarstjóri