Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Panerlfundur um eldrapolitikk

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu skipar nú týskvøldið 20. mars kl 19 fyri fundi í Skúlanum við Løgmannabreyt, har ljós verður varpað á eldrapolitikk landsstýrisins. Flest allir áhugabólkar verða umboðaðir millum áhoyrararnar.

Í samgonguskjalinum stendur millum annað um eldraøkið:

• Árið 2012 verður útnevnt at vera ár teirra eldru

• setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a, umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heildarætlan fyri innihaldið í tænastuni. dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.

• Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014.

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heldur, at neyðugt er við einum orðaskifti um ætlanirnar á eldraøkinum, og hava tey tí avgjørt at halda ein upplýsandi pallborðsfund við umboðan frá lands- og kommunálum myndugleikum, har eisini er møguleiki fyri orðaskifti.

Eldraráðið hevur heitt á fleiri bæði lands- og kommunalpolitikkarar um at greiða stutt og greitt frá síni støðu til málið. Talutíðin er sett at vera upp til 10 min. til hvønn. Øssur Winthereig, blaðmaður, verður orðstýrari. Fundurin verður á Skúlanum á Løgmannsbreyt Týsdagin hin 20. mars kl. 19. Innboðin sum áhoyrarar verða avvarandi áhugabólkar, starvsfólk innan eldraøkið og annars øll, ið hava áhuga fyri málinum.

Í panelinum koma at sita Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Petra Jónsdóttir Joensen, almannastjóri.