Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Páll Poulsen skrivar: Tunnilssjón

ELDRI PERLA: Eitt av teimum málunum politikarar altíð øsa seg upp um eru tunnlar. Í løtuni ætlar onkur at gera tunnil av Skálafjørðinum til Hvítanesar. Hví hetta hevur so stóran týdning, veit eg ikki. Men man kann hugsa sær tvey ting, antin kann man fáa meiri vinnu í Eysturoynni og á Streymoynni, ella skulu fleiri eystringar arbeiða hjá tí almenna í Havn.

Lat tað fara, men tá ið so nógv skal brúkast og so lítið fáast burturúr, kunnu vit eisini spyrja okkum sjálvi um tað var rætt at Slættanes bleiv lokað niður, bara tí SEV ikki vildi leggja veg til bygdina.

Hava vit vunnið nakað, tá ið bygdir blíva avtovtaðar? Hvussu nógv vinnur hvør, um beinleiðis samband verður inn á Skálafjørðin? Fer Streymoyarsíðan at avtofta aktivitet, sum náttúrligt hoyrir heima á Skálafjørðinum? Ella verður aktivitetsstøðið hægri á báðum oyggjum framyvir?

Mær tykir eisini at tað er løgið at Sandoyartingmenn bert tosa um sambandið í Sandoynna, meðan Skúvoy og Suðuroy ikki verða tikin fram. T.d. er nógvur aktivitetur í Hvalba, skulu teir ikki hava ein hóskiligan nýmótans tunnil? Hvussu er við Vestmanna, er tað ikki vandamikið um veturin, hevði ein tunnil ikki kunnað spart kavaruddingina burtur?

Eitt sum eg ongantíð skilti, er hví eysturoyartunnilin ikki verður lagdur í ta grynnuna, sum nattúrligt gongur frá munnanum á Skálafjørðinum yvir á Hvítanes. Fólkaflytingin hevur einki við vegagerð at gera yvirhøvur, og um alt vegarbeiði heldur uppat ímorgin, steðgar fólkaflytingin ikki. Tað er ein annar trupulleiki, sum heimastýrikarnir hava skapt, og sum nú er við at fara í sjálvsving.

Hevur nakar sett spurningin um CO2 og bensinnýtsluna hjá hesum bilunum, sum koyra suður til Havnar hvønn morgun, umvegis hvønn fjørð. Skálafjørð, Kollafjørð, Funningsfjørð og Kaldbaksfjørð. Er tað bíligari at koyra út á Nes og beint yvirum? Hvørjar kanningar eru gjørdar á økinum?

Tað er typiskt, at bara onkur nevnir orðið tunnil, so koma allir revolvararnir fram. Eitt er so heilt vist, at við politiskum hóttanum koma vit ongan veg. Visiónin er hol.

Kelda: http://havninonline.wordpress.com/