Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Heimasíðan hjá Nes kommunu

Páll J. Nolsøe Føroya Siglingarsøga 1895-1995

Leingi er tað ið gott skal vera. Lise Nolsøe og Pól á Kletti hava sett á siglingarsøguna á Skálafjørðinum. Poul Nolsøe var farin í gongd við hetta bindið, tá ið hann andaðist. Uppgávan er stór, og eingin ivast í at Poul á Kletti er rætti maðurin til hetta arbeiðið.

Aftast í bókini er navnaskrá yvir trý tey seinastu bindini, nummar 13, 14 og 15. Og hendan bókin er so nummar 15 í røðini.

Páll Nolsøe starvaðist í tvey á saman við Anton Degn og starvaðist so sjálvar sum skjalavørður inntil Føroya Landsskjalasavn varð sett á stovn og Páll gjørdist landsskjalavørður, til hann fór frá í 1978.

Á bls. 15 er yvirlit yvir útgávur hansara, harumframt skrivaði hann greinar í Varðan og Dimmalætting. Hann andaðist í 1996.

Bókin hevur 12 kapittul um skip, skiparar og reiðarar á Toftum. Har kunnu vit t.d. lesa um Símun Højgaard og skip hansara, rokskiparan Jákup Andr. Vang og “Columbus”, Júst í Túni, Andreas Heimi í Túni, Jógvan Ingvard Olsen, Kongshavn, Mathias og Hans í Norði og Hákun og Jógvan.

Skálafjørðurin er ein hin besta náttúruhavnin í heiminum, og vit vita at bretar brúktu hann undir krígnum. Skipini vóru væl vard av fjøllum og grynnan í innsiglingini gjørdi tað ómøguligt hjá kavbátum at søkja tann vegin. Harumframt eru nógvir av okkara grovastu útróðrarmonnum av Skálafjørðinum, og tað skyldast helst at teir eru uppvaksnir í útróðrinum í Grønlandi.

Bind 14 fevndi um Skipanes, Søldarfjørð, Glyvrar, Lamba, Heiðarnar/Saltangará, Runavík og Saltnes.

Hendan bókin er mest skipað um Tofir, so ætlanin er helst at geva út nakrar bøkur um siglingarsøguna í Eysturoy, so her liggur ein stór byrða á Pól. Men eg ivist ikki í, at tað megnar hann, eins og við hesari, til lítar.

Páll Poulsen