Páll Hansen, heldur fram sum formaður
Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 8. mars.
Á skránni var m. a. nevndarval.
Fyri vali til nevndina stóðu Jóan Petur Patursson og John Højsted og vórðu teir báðir afturvaldir.
Í nevndini í Maskinmeistarafelagnum sita nú:
• Páll Hansen, formaður
• Regin Olsen
• John Højsted
• Jóan Petur Patursson
• Jón F. Johansen
Nevndin skipar seg við næstformanni á komandi nevndarfundi.
Tiltakslimir eru Petur Skeel Dahl og Sam Vang.