Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Páll á Reynatúgvu, fráfarandi nevndarformaður í SEV, her saman við Anniku Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinnu í veðurlags- og orkumálum.

Páll á Reynatúgvu takkar fyri seg sum SEV-formaður

Í sambandi við at Páll á Reynatúgvu í dag leggur frá sær sum nevndarformaður og nevndarlimur í elfelagnum SEV, eftir at hava røkt henda sess síðani í februar 2009, hevur hann sent út hesa takkarheilsan:

Nú tað er staðfest, at undirritaði sum valdur tingmaður ikki framhaldandi kann virka í starvinum sum nevndarformaður í SEV, fari eg at nýta høvi at takka øllum tykkum, eg havi samskift og samstarvað við hesi árini. Fari eisini at takka nevndarlimunum fyri heiðurin at stjórna arbeiðinum í nevndini saman við Jákupi Suna Lauritsen, næstformanni. Eri harmur um at mynstra av í úrtíð, men vóni, at góða samstarvið heldur áfram.

Eisini takk til leiðsluna fyri at hon hevur verið tolin við øllum okkum nýggju nevndarlimum, og fyri at hon virðir virksemismørkini millum nevnd og leiðslu.

Sandingar valdu meg í Kommunustýrið á Sandi, og hesin sessur hevur slóðað fyri, at mær eydnaðist at gerast nevndarlimur í SEV. Serlig tøkk til Harry Jensen, borgarstjóra í Skúvoy og Dánjal Jákup Jakobsen úr Skálavíkar Kommunu, sum valdu meg í nevndina í SEV vegna Sandoyar Sýslu. Eisini takk til Jógvan Thomsen og Elveitingareftirlitið fyri álitisvekjandi samstarv.

KSF og FKF eiga stóra viðurkenning fyri sítt virksemi elorkuni at gagni.

Nýggja nevndin setti sær fyri at snara orkupolitisku kumpassini, so munandi meira elorka verður framleidd úr varandi orku. Ein setningur, sum seinni varð álagdur okkum við Veðurlagspolitikki Føroya. Ein politikkur, sum kortini ikki sigur, hvussu útbyggingarnar skulu fíggjast. Hesin veruleiki hevur sett SEV undir sera stórt trýst sum fyritøka. Vónin er kortini, at nevndin, saman við myndugleikunum, sær álvaran og dygdina í samhaldsføstu elskipanini, sum er trygdin undir øllum føroyska samfelagnum.

Eri sera fegin um, at SEV hevur gjørt óhefta uttanhýsis vágameting av fyritøkuni, og at benchmarking kanning verður framd av fyritøkuni í hesum døgum.

Vónin er, at vindorkan og sjóvarfallsorkan fara at vignast sum partur av varðanum innan orkuveiting í Føroyum. Ein sterk, varandi orkuveiting fer at betra um kappingarføri hjá landi okkara, og í altjóða høpi vinna vit virðing fyri framskygdan veðurlagspolitikk.

SEV eigur eitt væla starvsfólkalið, sum ger sítt arbeiði til lítar.

At enda vil eg takka mínum mongu persónligu stuðlum. Innanveggja og uttanfyri.

Góða eydnu við framhaldandi arbeiðnum, fólki og landi at gagni.

Páll á Reynatúgvu,

fráfarandi nevndarformaður í SEV