Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pál Weihe og tær umrøddu 50 mill. kr. til heilsuverkið

Pál Weihe hevur í mong ár víst seg at vera ein vælmeinandi mann við heilsufremjandi uppskotum, so vit mugu ganga út frá, at soleiðis er hann enn.

Tað, sum fekk meg til tastaturið, er hansara uppskot um, at fáa heilsuverkið at skaffa eyka 50 mill. kr um árið komandi árini til at dekka tørvin, ið longu er.

Í hesum sambandi sló tað meg, at júst í hesum døgum, eru sera álvarslig mál til viðgerar í bløðum og sjónvarpi.  

Fyrst var tað vandamikla vaccinatiónin, ið gentur fáa móti krappa. Nakrar verða heilt álvarsliga sjúkar av vaccsinini.

Harnæst var tað drongurin í sjónvarpssendingini, ið vegna væntandi screening eftir føðingina var hart raktur av sjúku, ið kundi verið steðga á byrjunarstigi, um rætt hevði verið borið at.  

Og nú verður skrivað um bróstkrabba, sum eins og ein pest rakar ung og gomul, og um góð fólk, ið selja armbond og samla inn á annan hátt.  

Øll trý dømini eru hjartanemandi, tí har eigur og kann munagott fíggjarligt íkast at verða sett inn í stundini. Og tað er her eg síggi áður umrøddu 50 mill. kr. - ikki allar, men kanska 10 av teimum, tað hevði bøtt um og linna sváru neyðina og pínuna.

Kanska kundu vit eisini fingið ein føroyskan vælkvalifiseraðan kanningarbólk til at mett um skaðar framdar innan heilsuverkið og mett um erstatningar fyri ”tort og svie”.

Eg eri vísur í, at Pál fer at gera tað, ið hann kann, men um tað er nokk, fer tíðin at vísa.

Takk fyri.

Dagfinnur Danbjørg.