Pakkar til útlendsk sjófólk
Eins og undanfarin ár, fer Faroe Agency at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn.
Komandi tíðina koma fleiri skip í havn við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt nú russar, grønlendarar og onnur. Tí hevði verið gott, um fólk høvdu hug at lata hesum sjófólki pakkar.
Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við til at geva teimum jólagleði. Tí verður heitt á eitt nú sjómannskvinnuringar og onnur um at hjálpa til, soleiðis at øll sjófólk kunnu fáa ein pakka.
Pakkar kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Yviri við Strond 23, eisini ber til at seta seg í samband við Mariu í Akrabyrgi stjóra á Faroe Agency á 231 999
Faroe Agency ynskir samstundis at takka øllum teimum, ið hava latið pakkar í ár og onnur ár, og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.