Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyggjaleikirnar aftur til Føroya

Dan Klein --- 09.03.2018 - 08:17

Landsstýrið ynskir, at ÍSF skal bjóða Føroyar fram sum vertur fyri Oyggjaleikunum, og vil tí seta 10 mió. kr. í trygd fyri umsóknini.

Í næstum fer Løgtingið at viðgera uppskot frá Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at landið veitir fíggjarliga trygd upp til 10 mió. kr. fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í seinasta lagi í 2029.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í ítróttamálum, fegnast um, at fíggjarligar umstøður nú verða fyri, at Føroyar veruliga kunnu bjóða seg fram at vera vertir fyri Oyggjaleikunum, tí hetta hevur verið eitt ynski í mong ár.

Næsta ár eru 30 árum síðani Oyggjaleikirnar vóru í Føroyum fyri fyrstu og einastu ferð. Leikirnir í 1989 vóru eitt stórt og stórfingið tiltak, ið hevði jaligar fylgjur bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga. Føroyingar hava øll árini verið virknir og staðið seg væl á Oyggjaleikunum.

Eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður og verji hjá ítróttini, er sera vónríkur, nú Føroyar fara at bjóða seg fram at hýsa leikunum.

Hann sigur, at fyri ferðavinnuna kunnu Oyggjaleikirnir vera við til at styrkja marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamál. Væntast kunnu millum 2.0000 – 3.000 ítróttarfólk, venjarar, hjálparfólk og áskoðarar úr ymsum londum, sum koma til landið, og kastar hetta fíggjarliga av sær til alt samfelagið.

Ætlanin var, at hava Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, men ÍSF mátti tíverri taka umsóknina aftur, serliga tí fíggjarligu fortreytirnar vóru ikki til staðar tá.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at nú tað komandi ár eru heili 30 ár síðan, Oyggjaleikir vóru í Føroyum, er nokk tosað, og krevjast nú ítøkilig átøk fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Hon fegnast tí eisini um, at landsstýrið vil gera sítt til, at tað kann eydnast Føroyum aftur at hýsa Oyggjaleikunum. Ítøkiliga kann hetta gerast við at lata International Island Games Association váttan um fíggjarliga trygd, saman við fráboðanini um, at Føroyar ynskja at bjóða seg fram at hýsa Oyggjaleikunum.

Uppskot til løgtingslóg um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum kann lesast her: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=3731