Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oyðimørk og Fríðriksmørk.

Dan Klein --- 28.07.2018 - 09:44

Viðmerking, sum endurgevur seg sjálva við árunum, tí sjálvt loysingarfólk ikki kenna sína egnu uppgávu í politikkinum.

Tað er mikið áhugavert at hoyra frá tingsins røðarapalli, at tingfólk mala frá at prisipiell mál skulu atkvøðast ígjøgnum á tingi. Løgmaður hevur eina fyrisitingarliga avtalu við danir, so tað er ikki neyðugt at lata Føroya Løgting tala. Í veruleikanum er Føroya Løgting kanska í ferð við at avtaka seg sjálvt.

Anita á Fríðriksmørk sigur at hon er “í tí danska kongaríkinum.” Tískil er eingin grund til at sita á tingi. Studningsskipanin, har tjóðveldi fær peningaligan stuðul frá dønum, er vælsaktans ein skipan sum byggir uppá veruleikan at tjóðveldi ídag er ein hópur av danskarum, sum siga seg búgva í hesum “danska” ríki.

Danska yvirstættin í tjóðveldi er ikki før fyri at reflektera um nakað sum helst, og flokkurin ídag er ikki annað enn ein vánalig vittigheit. Danir hava altíð brúkt systemið ímoti føringum og hentastu lakajarnir eru at finna í tjóðveldisflokkinum. 

Páll Poulsen